? Guð er stórur! Guð er stórur! rópa menninir á sjónbandinum. Á gólvinum frammanfyri situr amerikanarin Nick Berg bakbundin.
? Vit siga tykkum, at æran hjá teimum muslimsku monnunum og kvinnunum í Abu Ghraib-fongslinum kann bara bjargast við blóði og sálum. Frá okkum fáa tit ikki annað enn kistur og aftur kistur við monnum, sum eru viðfarnir sum hesin. Tit hava háðað Islam og muslimskar menn og kvinnur, og George Bush fer at iðra seg um tann dag, hann setti fótin á irakska jørð, sigur ein av yvirgangsmonnunum.
Síðani verður Nick Berg tikin til viks og hálshøgdur. Aftaná halda yvirgangsmenninir høvdinum upp fyri upptøkutólið.
Menninir, sum hálshøgdu Nick Berg, eru limir í felagsskapinum Ansal-al-Islam, ið hevur tætt tilknýti til al-Qaeda. Leiðari í felagsskapinum er Abu Musab al-Zarqawi, sum sambært amerikonsku fregnar-tænastuni var bindilið ímillum al-Qaeda og Saddam Hussein. Sambært sjónbandsupptøkuni var tað Zarqawi sjálvur, sum tók lívið av Nick Berg.
Einki afturímóti
Í USA eru fólk skelkað av sjónbandsupptøkuni úr Irak, og fleiri republikanskir politikarar siga, at nústani síggja amerikanarar, hvat tað eru fyri kreftir, sum teir hava við at gera í Irak. Tað, sum hendi teimum iraksku fangunum, var einki aftur ímóti hesum, siga teir.
? Nú bíði eg bara eftir, at teir arabisku leiðararnir fara at biðja um umbering og at fordøma brotsgerðina at myrða ein sivilan amerikanara. Hatta eru ikki hermenn. Hatta eru ódjór og yvirgangsmenn, og vit fara ikki at helma í, fyrr enn teir enda í fongsli ella á kirkjugarðinum, segði Tom DeLay, sum er republikanskur limur í Umboðsmannatinginum.
Foreldrini hjá Nick Berg hava greitt frá, at sonurin var farin til Irak at leita sær arbeiði. Tey halda, at amerikonsku myndugleikarnir gjørdu ov lítið fyri at finna hann á lívi.