USA steðgar næstan øllum uttanlands stuðli

Amerikanska uttanríkisráðið gav mikudagin boð um fyribils at steðga allari útlendskari hjálp uttan neyðveitingar av matvørum og hernaðarligari fígging til Ísrael og Egyptaland.

Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur fyribils steðgað allari uttanlandshjálp - við fáum undantøkum - frá fríggjadegnum. (Arkivmynd). - Mynd: Elizabeth Frantz

Tað vísir eitt upprit, sum tíðindastovurnar Reuters og AFP hava sæð.

Donald Trump, forseti, fer nú at kanna, um býtið av hjálpini er í tráð við hansara uttanríkispolitikk.

USA er størsti einstaki hjálpargevarin í heiminum. Í 2023 rindaði landið 72 milliardir dollarar - 512 milliardir krónur - í hjálp.

Til samanberingar rindaði Danmark út 21 milliardir krónur í menningarhjálp í 2023, stendur í fráboðan frá danska uttanríkisráðnum.

Steðgurin fær gildi alt fyri eitt, til uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur endurskoðað allar vanligu gjaldingarnar.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur fyribils steðgað allari uttanlandshjálp - við fáum undantøkum - frá fríggjadegnum. (Arkivmynd). - Mynd: Elizabeth Frantz