Usain Bolt í 100m hálvfinaluni - men ikki sum tann skjótasti

Usain Bolt er ikki óvætnað komin í hálvfinaluna í 100 metra sprint, men tað var liðfelagin hjá honum, Yohan Blake, sum rann skjótastu tíðina undan hálvfinaluni.

 

Usain Bolt er helst tann størsta stjørna, sum luttekur á OL leikunum hesaferð. Hann hevur heimsmetið í 100m sprint og er verandi OL vinnari í 100m, 200m og 4x100m.

 

Tað kom hinvegin sum eitt minni sjokk, tá Yohan Blake var skjótastur, tá Jamaika hevði úttøku renning til OL. Sami Yohan Blake var eisini skjótastur undan hálvfinaluni, sum verður í morgin saman við finaluni.

 

Usain Bolt var klárt fremstur í sínum innleiðandi riðli og kom á mál við tíðini 10.09. Yohan Blake kom á mál í sínum riðli við tíðini 9.88. Eisini amerikumenninir Justin Gatlin og Ryan Bailey, runnu skjótari enn Usain Bolt. Teir komu báðir á mál við tíðum undir 10 sekundum.

 

Hetta nýtist ikki at merkja tað heilt stóra, tí Usain Bolt er framvegis víðari. Í upptaktini til OL hevur nógv verið tosað um at Usain Bolt hevur havt ein skaða. Spurdur av BBC um ein 95 prosent klárur Usain Bolt er nokk til at vinna finaluna, svaraði hann stutt og greitt; “Vit fáa síggja.”