USS Harry S. Truman kemur til Oslo í morgin

Skipið, sum er 330 metrar langt, hevur luttikið í Nato-venjingum í Norðsjónum

Ein av heimsins størstu flogberum, USS Harry S. Truman, kemur til Oslo í morgin.

 

- Skipið kemur í norskan sjógv í dag, veit amerikanska sendistovan at siga.

 

Av trygdarávum vil verjan ikki fara í smálutir við, hvar skipið ítøkiliga er í løtuni, og hvussu leingi skipið verður í norskum øki.

 

USS Harry S. Truman hevur luttikið í Nato-venjingum í Norðsjónum. 

 

Skipið, sum er 333 metrar langt, hevur eitt manningartal, sum telur millum 4500 og 5200.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at í samband við vitjanina verða fleiri túsund amerikansk herfólk í norska høvuðsstaðnum.