Í summar verður nýtt hold av studentum tikið upp til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Har ber til at taka 3?31/2 ára lidnar universitetsútbúgvingar. Tær nevnast undir einum BS-útbúgvingar, og eru upprunaliga skipaðar við fyrimynd í bretskum universitetsútbúgvingum.
Skipanin
Útbúgvingarnar eru í tveimum liðum, har fyrstu 2 árini er ein náttúruvísindalig støðisútbúgving, og seinni 1?11/2 ára parturin er yvirbygningur til BS-útbúgving. Fakliga støðið í útbúgvingunum á Náttúruvísindadeildini er fult á hædd við tilsvarandi útbúgvingar í útlondum, og tí ber eisini væl til at útbúgva seg víðari aðrastaðni eftir lokna útbúgving á Náttúruvísindadeildini.
Tvær meginlestrarlinjur eru: onnur stødd-/alisfrøðilig (SA), hin lív-/evnafrøðilig (LE). Upptøka er til LE í ólíka árstali og til SA í líka árstali. Sostatt er upptøka til stødd-/alisfrøðiligu linjuna í 1998, og tí eru bert umrøddir møguleikar í samband við hana.
Støðisútbúgvingin
Stødd-/alisfrøðiliga støðisútbúgvingin er mestsum eins, uttan mun til hvørja BS-útbúgving ein tekur. Tí er ein ikki fastlæstur í sínum vali av útbúgving frá fyrsta lestrardegi. Støðisútbúgvingin gevur eitt sterkt fakligt grundarlag í støddfrøði, alisfrøði, teldufrøði og í grundtekniskum greinum, sum BS-útbúgvingarnar byggja víðari á.
Inngangsstøðið er støddfrøðiligt studentsprógv ella HT, við stødd-, alis- og evnafrøði á ávikavist A-, B- og C-stigi. Eftir meting kunnu aðrar útbúgvingar við javnsettum kunnleikastøði verða góðkendar sum grundarlag fyri upptøku.
BS-útbúgvingar
Stødd-/alisfrøðiliga støðisútbúgvingin er grundarlag undir fýra ymiskum BS-útbúgvingum. Teldufrøði og alis-/jarðalisfrøði taka 1 ár oman á støðisútbúgvingina, meðan verkfrøðingaútbúgvingarnar í ravmagns- og kolvetnisverkfrøði (»oljuverkfrøði«) taka 11/2 ár aftrat støðisútbúgvingini. BS-útbúgvingarnar enda við eini verkætlan, ið er normerað til 2?4 mánaða arbeiði (heft av útbúgving). Verkætlanir verða vanliga gjørdar í samstarvið við stovnar og vinnulív í Føroyum.
Kolvetnisverkfrøði ? nýggj BS-útbúgving
BS-útbúgvingin í kolvetnisverkfrøði tekur tilsamans 31/2 ár, og verður bygd á ta útbúgvingarskipan, ið frammanundan er á Náttúruvísindadeildini. Tey 11/2 árini oman á støðisútbúgvingina innihalda ymisk evni, so sum oljujarðfrøði, boring eftir olju, mátingar í boriholum og nakað um olju- og gassframleiðslu. Eitt sindur er eisini um samfelags- og búskaparviðurskifti. Endað verður við eini verkætlan, ið tekur út við 4 mánaðir. Nógv av undirvísingini fer at fara fram í samstarvi við hægri lærustovnar í útlondum, eitt nú Høgskolen i Stavanger, sum Fróðskaparsetur Føroya undirskrivaði samstarvsavtalu við 26. februar 1997.
Frálandavinnan
Nógv bendir á, at ein oljuvinna fer at taka seg upp við Føroyar. Hetta er ein vinna, ið tørvar fakliga vitan av at kalla øllum slag. Ein boripallur er í ávísan eitt heilt samfelag fyri seg, ið er bundið at tøknifrøði í breiðum týdningi. Brúk er fyri nógvum útbúgvingum, ið vit kenna væl frammanundan ? eitt nú ravmagnsverkfrøðingum og teldufrøðingum.
Oljuvinnan hevur eisini brúk fyri fólki við útbúgvingum, ið enn ikki eru so vanligar millum føroyingar. Bæði í vinnuni og í fyrisitingini í sambandi við hana er stórur tørvur á jarðfrøðingum, jarðalisfrøðingum og verkfrøðingum av ymiskum slag. Í modulskipanini á Náttúruvísindadeildini ber til at laga útbúgvingarnar til broytingar í samfelagnum, og tí er nýggja verkfrøðingaútbúgvingin ? BS í kolvetnisverkfrøði ? løgd til rættis við atliti til oljuídnaðin.
Stakskeið
Útbúgvingarnar eru bygdar upp í modulum, og tí ber til at melda seg til og taka prógv í einstøkum modulum á útbúgvingum, sum eru ígongd. Hetta er í summum førum eisini ein eftirútbúgvingarmøguleiki hjá fólki, ið hava verið burtur frá einum faki í eina tíð.
Fleiri upplýsingar
Meiri útgreinaðir upplýsingar um fakligu samansetingina av útbúgvingunum fáast við at venda sær til Náttúruvísindadeildina í Nóatúni, 100 Tórshavn.
Eisini ber til at fáa nærri upplýsingar á heimasíðuni, sum hevur adressuna .
»OPIÐ HÚS«
Í samband við upptøkuna í summar bjóðar Náttúruvísindadeildin áhugaðum inn á gólvið at hoyra meir um, hvat fer fram á staðnum, og annars at kunna seg við umstøðurnar. Møguleiki verður eisini at tosa við studentar, ið lesa har í løtuni.
»Opið hús« verður mánadagin tann 30/3 klokkan 16.00.