Nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya vísur, at føroyski fiskaútflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár minkaði við 31.372 tonsum, men vaks 12 milliónir krónur í virði.
Vøkstur er í útflutningi av botnfiski, alifiski og skeljafiski, tá ið tað kemur til tonsatal. Virðið á útflutningum av botnfiski er tó 10 milliónir minni enn somu tíð í fjør.
Munandi minking er í útflutningunum av uppsjóvarfiski – bæði tá ið tað kemur til tonsatal og virði.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaði við góðum 35.000 tonsum fyrstu 10 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Virðið minkaði 286 milliónir krónur.