Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er útflutningurin av vørum úr Føroyum átta prosent størri enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Samstundis er innflutningurin vaksin fýra prosent. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í januar til mai í fjør útfluttu vit fyri 2.095 milliónir og í ár útfluttu vit fyri 137 milliónir meiri, ella 2.232 milliónir.
Í fleiri mannaminni hevur verið tosað um at útvega føroyingum fleiri bein at standa á, enn fiskivinnan, men tað knípur, tí av útflutninginum í ár, er heili 2.166 milliónir úrflutningur av fiski.
Men her skal so eisini leggjast afturat, at her er alifiskur uppi í og tað er samstundis okkara nógv størsta útflutningsvøra.
Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør útfluttu vit alifisk fyri 989 milliónir krónur, men í ár er hann vaksin 124 milliónir, ella 13 prosent, tí fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár hava vit útflutt alifisk fyri 1.113 milliónir.
Útflutningurin av botnfiski er bara gott helvtina av tí, ella 573 milliónir. Fimm teir fyrstu mánirnar í fjør innfluttu vit fyri 2.151 milliónir, tá eru skip og flogfør ikki tald við.
Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár innfluttu vit fyri 2.245 milliónir, tá ið skip og bátar ikki eru tald við. Vøksturin er sostatt 93 milliónir, ella 4 prosent. Lutfalsliga størsta broytingin er í innflutninginum av maskinum og amboðum, sum er vaksin 113 milliónir, ella 63 prosent, úr 179 milliónum í fjør, upp í 292 milliónir í ár.
|