Útibiografur á ólavsøku

Báðar ólavsøkudagarnar verða upptøkur hjá havnarfólki sýndar í Perlugarðinum

Báðar ólavsøkudagarnar skipar Perlan fyri útibiografi í Perlugarðinum. Talan er um gamlar filmsupptøkur úr Havnini, og ivaleyst eru bæði stuttlig og forkunnug klipp at síggja.

 

Filmsupptøkurnar eru savnaðar inn frá fólki í Havn og verða fyri fyrstu ferð sýndar alment. Víst verður upp á veggin á Ostahúsinum, og opið er báðar dagarnar frá kl 17 til 22, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.