Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møguleikarnir at búgva í útjaðaraøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting.
Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at tann stóri munurin jú longri tú býrt burtur frá miðstaðarøkinum ikki verður so ógvusligur sum nú.
Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti at jørðin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búleikast í útjaðaranum, fylgir bygdini. Hann heldur tað vera skeivt, at peningasterkir menn í miðstaðarøkinum liggja og lúra eftir nærum hvørjari gyllin, sum er til sølu í útjaðaranum, tí teir hava fragd í at stuttleika sær har um sumrarnar og annars taka av tí tilfeingi, sum er á staðnum.
Í dag, tá ið eg kom til Dals, var tað mær ein frøi at síggja niður yvir bygdina, har hon lá flaggskrýdd í bakandi sól, umgyrd av fjøllum við andlitinum lítandi eystur í havn, tí havi, sum dalbingar eisini troyta. Á skipsdekki smæða dalbingar seg ikki burtur, har hava vit sjón fyri søgn.
Tað var ein sonn frøi, at koyra suður gjøgnum bergið, mær rann í huga, at hetta ikki er sama farleið ein ódnardag á hávetri í stormi og kavaroki at fara á morgni ella kvøldið til arbeiðis úr Dali og vita sær, at noyðast heimaftur eftir hesi somu vandaleið.
Her rennur mær í huga, at lættari hevði verið, um hol var gjøgnum fjallið, tí bert 2 kilometrar eru frá Mylluni í Dali til Bøhúsini í Húsavík. Umsókn er send um hetta fyri tykkum stóra mál, og eigur hetta mál at verða tikið fram í næsta 4 ára skeiði.
Í 20 ár arbeiddu dalbingar upp á vegin og hann kom í tøkum tíma, annars var bygdini ikki lív lagað. Vit vilja at tit skulu eisini merkja tann framburð, sum er hendur her í oynni, nú arbeiði er aftur, tí er enn meiri brúkt fyri tryggari farleið úr Dali.
Tann aldargamla siðvenja, at fara á flot og eiga bát, skal varðveitast, so at hetta kann verða eitt ískoyti til tað, sum fæst av landinum.
Núverandi skipan, sum ger, at veiðu- og útróðrarmaðurin verður gjørdur nærmast til brotsmann í sínum arbeiði, útróðrarbátar undir 15 tons skulu sleppa at fiska frítt.
Hetta var tað gamla bústaðarmynstrið í føroysku bygdunum, hetta kann aftur blíva veruleiki, um tú, góði veljari, maður og kvinna, seta ein sterkan Javnaðarflokk inn á ting tann 30. apríl 1998.
Góði veljari, avgerðin er tín, henda møguleika fært tú nú. Hinir flokkarnir hava sovið í tímanum, vitjunartíðin er komin.
Vel Javnaðarflokkin.
Tummas Frank Joensen