Suðuroyar Sparikasi hevur í dag greitt úr hondum roknskapin fyri fyrra hálvár í ár. Úrslitið fyrra hálvár 2015 er 1,5 mió kr. áðrenn skatt, samanborið við 1,9 mió kr. í 2014.
Útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa eru økt úr 500 mió kr. í 2014 til 532 mió kr. í 2015. Hetta er met í 72 ára longu søguni hjá Suðuroyar Sparikassa. Innlánini eru 665 mió kr. ímóti 687 mió kr. í 2014.
Javnin tann 30. juni 2015 er 815 mió kr. í mun til 842 mió kr. í 2014. “Vit eru væl nøgd. Vit vinna pening og vit hava útlánsvøkstur.
Nettorentur- og kostnaðarinntøkur hjá Suðuroyar Sparikassa eru lækkaðar við 6% orsakað av rentukrígnum – lækkingin er 710 tkr.
Gjaldførið hjá Suðuroyar Sparikassa hevur ein yvirdekning á 130% í mun til 200% í 2014. Orsøkin er at Suðuroyar Sparikassi miðvíst hevur arbeitt við at lækka yvirskots gjaldførið, sum liður í at lækka rentuútreiðslurnar. Gjaldførið er væl omanfyri krøv fíggjareftirlitsins, sum er 50% yvirdekningur, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.