Útlendskar kvinnur skulu kenna síni rættindi

Einki verður gjørt fyri at tryggja, at tær nógvu útlendsku kvinnurnar, sum koma til Føroya, kenna síni rættindi, sigur forkvinnan í Kvinnufelagnum í Havn

Enn er nógv eftir at berjast fyri, sigur Tina K Jakobsen, forkivnna í Kvinnufelagnum í Havn. Millum annað eru nógvar útlendskar kvinnur komnar til Føroya seinastu árini,og tær duga ikki føroyskt og kenna ikki síni rættindi, sigur hon.

 

- Tað er komin ein hópur av útlendskum kvinnum til Føroya. Nógvar av teimum kenna ikki til síni rættindi, og tær duga ikki føroyskt. Um tær eru hjá einum manni, sum ikki fer væl við teimum, eru tær prísgivnar, um tær ikki vita, at tær kunnu rýma oman á kvinnuhúsið, sigur Tina K. Jakobsen.

Tøl frá kvinnuhúsinum vísa júst, at hesin bólkur av kvinnum er yvirumboðaðar í Kvinnuhúsinum, har kvinnur kunnu leita sær hjálp eftir kropsligan ella sálarligan ágang í heiminum.

- Eg ynski als ikki, at skapa eina mynd av, at útlendskar kvinnur ikki hava tað gott í Føroyum – nógvar hava tað gott og hava ótrúliga góðar og fittar menn, men ikki allar, og vit eiga sum samfelag, at syrgja fyri, at tær vera integreraðar í samfelagið og eru upplýstar um, hvørjar møguleikar, tær hava sum borgarir í føroyska samfelagnum, sigur Tina K. Jakobsen.