Útróðrarbátar framvegis smáligan fiskiskap

Væntandi verður nakað av útróðri í næstu viku. Fiskiskapurin er smáligur, og bátarnir fáa mest av hýsu.

- Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip á Føroyabanka, og eitt er vestanfyri. Øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um frystilínuskipini verður sagt, at fimm fiska undir Føroyum, eitt er á Føroyabanka, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

 

- Streymurin verður harður, men batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður eisini brúkiligt.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri í næstu viku, men fiskiskapurin er smáligur.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu, verður lagt aftrat.