Útseldar konsertir í Týsklandi

Eivør hevur spælt 19 konsertir í miðevropa seinasta mánaðin, og er nú tilreiðar til útgávukonsert í Føroyum.

Eftir at hava spælt fimtan konsertir í Týsklandi og fýra í Eysturríki, er Eivør nú ávegis heim aftur á klettarnar til at framføra tvær útgávukonsertir við nýggju væl umtóktu fløguni Bridges.

Eivør sigur, at hon er spent upp á at spæla fyri føroysku fjepparunum og heimafjøldini.
 
-Vit spældu seinastu konsertina fyri trimum kvøldum síðani, og nú eru vit á veg heimaftur. Tað hevur verið ein ótrúliga góður túrur. Eg eri ófatiliga glað og takksom fyri at sleppa at ferðast og spæla saman við so góðum fólki, og tað var góður stemningur frá byrjan til enda, hóast hettar var ein alvorliga tætt pakkaður túrur, sigur Eivør.


Hetta er triðja konsertferðin, ið Eivør hevur verið á eftir at hava skrivað undir sáttmála við eitt av størstu bookingfeløgunum í Týsklandi, A.S.S. Concerts & Promotion.

-Allar konsertirnar vóru væl vitjaðar, og fleiri av teimum vóru útseldar. Túrurin endaði í Eysturríki, og nú gongur leiðin til FO, sigur Eivør.



Eivør hevur útgávukonsertir í Reinsarínum 18. apríl og í Løkshøll 19. apríl, áðrenn farið verður uttanlands aftur á norðurlendska konsertferð.