Útselt var til framførsluna í kvøld, tá ið barnastjórnurnar, Maria á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir, saman við góðum tónleikarum fóru á pall niðri í Reinsarínum.
Eftirsum at sølan gekk somikið væl, verður eykakonsert í morgin klokkan 17, somuleiðis á Reinsarínum í Havn.
- Beint fyri jól høvdu tey eina væleydnaða konsert í hugnaligu Spaniastovu. Eftir konsertina í Klaksvík hildu tey, at tey fegin vildu syngja fyri børnum og vaksnum i Havn eisini, sigur Rannvá Troest.
Hetta verður fyrsta ferðin Rakul Ró, Maria og Beinir syngja á Reinsarínum, og tey siga seg vóna at síggja nógv glað andlit í nýggja árinum.