Útseta ruddingardag vegna verkfall

- Trupult er at siga, hvussu leingi eitt slíkt verkfall varir, og tí kemur kunning um nýggjan ruddingardag seinni.

Fleiri kommunur hava havt árligar ruddingardagar, nú summarið stundar til, og fleiri kommunur hava lýst við ruddingardøgum - eisini hesa vikuna.

 

Ætlanin var eisini at hava ruddingardag í Sunda kommunu leygardagin hin 18. mai, men her hava tey nú gjørt av, at ruddingardagurin verður útsettur. 

 

- Vegna verkfall er ruddingardagurin, sum skuldi verða leygardagin 18. mai, útsettur, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at trupult er at siga, hvussu leingi eitt slíkt verkfall varir, og tí kemur kunning um nýggjan ruddingardag seinni.