Uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka!

Brandur í Dali?, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Havn
----------

??Nú tað stundar til býráðsval, verður dúgliga tosað og skrivað av valevnum um, hvat tey vilja fremja í verki, um júst tey røkka um býraðsgátt. Tað er eingin ivi um at øll valevnini vilja Havnini væl, og at øll, eisini undirritaði hava eina rúgvu av hjartamálum, sum vit vilja brúka kommunalar pengar til. Eitt vandamál er tó, sum nærum einki valevni ber uppá tungu. Tað er, hvar allir pengarnir til ringvegir, barnagarðar, mentanarhús og annað sum hoyrir býnum til, skula koma frá. Tað eru tó júst hesar skattainntøkunar, sum gera av, hvat vit kunna byggja, um vit kunna seta nýggj starvsfólk og annars hjúkla um áhugamál hjá borgaranum.

Almenni parturin av skattainntøkunum í Tórshavn er stórur, og tær inntøkurnar skulu varðveitast. Tað má tó ongantíð vera so, at tað almenna skal vaksa bara fyri at vaksa. Tann partin, sum vit skulu royna at økja um er tann privati. Tórshavnar Kommuna hevur eina vinnumenningardeild, sum tíanverri er óvirkin. Kommunan sum hevur eitt ótal av starvsfólkum raðfestur í dag privata vinnulívið so lítið, at ikki eitt einasta av okkara mongu starvsfólkum hevur til uppgávu at ráðgeva og vegleiða privatu vinnuni.?Her má vend koma í !?Vit muga kunna ”ofra” minst eitt starvsfólk, sum burturav er sett til at skapa inntøkur til býin. Mín hugsjón er, at viðkomandi skal ráðgeva nýggjar fyritøkur, um hvat krevst fyri at byrja fyritøku, bæði innan grannskoðan, TAKS, arbeiðstrygd, heilsufrøðisliga o.a.?Vinnumenningardeildin kundi eisini virka sum bindilið millum verandi og nýggjar fyritøkur. Á hendan hátt vildi deildin skapt munandi betri karmar til vinnulívið. Hetta átak vildi eisini vaksið um privat arbeiðspláss og harvið økt um skattainntøkurnar.??Um tit vilja vísa mær tykkara álit á komandi býráðsvalið, vil eg gera alt eg eri mentur, til at bøta um hetta! Tí ein sannroynd er, at vit frá nú av og til dómadag kunna keglast um, hvat vit skula brúka pengar til. Vónandi eru øll tó samd um, at uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka. Tí muga og skula vit eisini venda eyguni tann vegin. So gott í tykkum, gerið okkum øllum ein beina. Hugsa um nú valdagin, at tað ikki eru øll valevni, sum bara hugsa um hvussu vit skulu brúka pengar, men at summi eisini minnast til, at pengar skulu fyrst fáast í kommunukassan.??