Fiskirættindi
Herfyri kunngjørdi uttanríkisráðið við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, á odda, at Føroyar hava tryggjað sær fiskirættindi fyri hundraðtals miljónir krónur í Kyrrahavinum.
Í tíðindaskrivi segði uttanríkisráðið, at tey 62.000 tonsini av rossamakreli, sum avtala júst er komin undir land um, hava eitt avreiðingarvirðið av stívliga 300 miljónum krónum.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar tryggja sær nýggj fiskirættindi fyri hundraðtals miljónir krónur. Tí eiga vit at fegnast um hetta úrslit, segði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, tá samráðingarnar um fiskirættindi í Kyrrahavinum vóru loknar.
Felagsskapur
Uttanríkisráðharrin segði seg eisini fegnast um, at samráðingarnar um at seta á stovn ein millumtjóða felagsskap, ið skal býta fiskiríkidømi í syðra parti av Kyrrahavinum, eisini eru komnar so langt, at avtala er gjørd um hendan felagsskap.
Samráðingarnar, sum Jørgen Niclasen sipaði til, vóru í Aucklandi á Ný Sælandi, har uttanríkisráðið hevur tingast við hini 27 londini, ið kanna sær fiskirættindi í hesum stóra øki, sum syðri partur av Kyrrahavinum er.
- Partarnir eru komnir ásamt um ein sáttmála, sum Føroyar nú gerast partur av. Stovnsetandi sáttmálin verður opin fyri undirritan í fyrru hálvu av komandi ári. Hann ásetir eisini, hvussu nógv lond framyvir fáa loyvi at fiska á leiðunum, segði Jørgen Niclasen, sum eisini ásannaði, at hetta hava verið sera truplar samráðingar, men eftir átta samráðingarumfør eru partarnir loksins komnir á mál.
Í tíðindaskrivinum vísti hann á, at Føroyar hava fiskað umleið 30.000 tons av rossamakreli í hesum øki, men nú fáa vit loyvi at fiska 62.000 tons í 2010, og hetta er soleiðis tvífalt so nógv, sum vit áður hava fiskað.
Ein sólskinsøga
Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur skipini Posidon og Athenu, ið hava fiskað í Kyrrahavinum og soleiðis hava tryggjað Føroyum søgulig rættindi til tilfeingið á hesum parti av jarðarhálvuni.
Posidon fiskar á hesum leiðum, meðan Athena er til umbyggingar í Kina og verður klár til fiskiskap aftur í januar komandi ár.
Hans Andrias Joensen, reiðari, sigur, at hevði eingin føroysk veiða verið í hesum øki seinastu árini, høvdu vit heldur onga avtalu havt fingið.
- Men tað er rætt, at hetta er ein sólskinssøga í vinnuligum høpi. Uttanríkisráðið hevur gjørt eitt megnar arbeiði, og tað er eingin ivi um, at ráðið hevur havt professionell fólk í teimum samráðingum, sum hava verið. Eg vil siga, at hesi fólk hava gjørt eitt sera gott arbeiði, nú komið er undir land við samráðingunum, og Føroyar eru vorðnar partur av nýggju avtaluni, eins og vit nú gerast partur av tí felagsskapi, sum verður stovnaður og kemur at umsita hetta fiskiríkidømi.
Hans Andrias vísir á, at tá landsstýrismaðurin sigur, at hesi 62.000 tonsini av rossamakreli hava eitt avreiðingarvirðið av stívliga 300 miljónum krónum, er hetta á góðari leið.
Føroyskar veitingar
Einir átta føroyingar eru knýttir at stóra verksmiðjutrolaranum Posidon, fýra í hvørjum skifti. Restin av manningini er útlendingar. Skipini verða rikin úr Føroyum, og Thor í Hósvík brúkar í tann mun tað ber til føroyskar veitingar og tænastur.
- Vit hava soleiðis keypt tænastur frá eitt nú Vónini, El-Service, Radiobúðini og samtakinum, sum MEST og aðrar føroyskar fyritøkur eru saman um. Haraftrat hava vit fleiri aðrar smærri føroyskar veitarar, sigur Hans Andrias Joensen, reiðari, sum saman við uttanríkisráðnum fegnast um nýggju avtaluna.
Felagsskapurin, sum verður stovnaður í komandi ári, fer at nevnast South Pacific Regional Fisheries Management Organization (SPRFMO), og høvuðsuppgávan hjá felagsskapinum verður at regulera samlaða veiðutrýstið í økinum og at býta fiskirættindini millum londini.
Hesin felagsskapur fer at virka á líknandi hátt sum
eitt nú NAFO og NEAFC, sum vit kenna frá okkara leiðum.
SPRFMO fer at umsita heimsins størsta fiskiøki í altjóða sjógvi.