Útvarp í undirsjóartunlunum

Ein dagføring av radioútgerðini í tunlunum hevur við sær, at størri útvarpsrásirnar nú hoyrast í undirsjóartunlunum.

Í sambandi við dagføring av radio útgerðini í undirsjóvartunlunum, er í dag møguligt at hoyra fleiri  útvarpsrásir í tunlunum. Tær útvarpsrásir, ið hoyrast uttanfyri tunlarnar, verða førdar inn í tunlarnar.

 

Í Norðoyatunlinum hoyrast rásirnar: Útvarp Føroya, Rás2, Lindin, KissFM og Voxpop.

 

Í Vágatunlinum hoyrast rásirnar: Útvarp Føroya, Rás2 og Lindin.

 

Hesum boðar Felagið Tunnil frá í tíðindaskrivi í dag.