Útvið 60 milliónir til fólk við serligum tørvi

Tað fer at útvega 60 fólkum við serligum tørvi nýtímans íbúð

Ein partur av ætlanini var at umvæla Eirargarð, men nú er soppur funnin í húsinum og tí skal bygningurin kannast gjølliga

Hesi næstu trý árini skulu útvið 60 milliónir krónur brúkast til at útvega fólki við serligum tørvi, nútímans íbúð.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon leggur afturat, at tað fer at útvega eini 70 fólkum við serligum tørvi nútímans bústað.

Eyðgunn Samuelsen ásannar, at tað kom sum ein bumba, tá Almannaverkið fyri knøppum ári síðani staðfest, at ein stórur partur av bústøðunum til fólk við serligum tørvi vóru óhóskandi at búgva í.

Serliga álvarsom er støðan í Suðurstreymoy. Fleiri bústaðir eru umbygd sethús, ótíðarhóskandi, og stava frá einari farnari tíð.

- Vit politikarar vilja helst klippa snórar og seta spakar í, meðan myndir verða tiknar, staðfestir landsstýriskvinnan,

Men hon sigur, at hesi næstu trý árini verða útvið 60 milliónir játtaðar til endamálið.

Í ár eru 19 milliónir krónur tøkar til endamálið, í 2017 skulu 23 milliónir setast av og í 2018 skulu 15 milliónir krónur afturat setast av.

Aftrat hesum hevur Bústaðir avgjørt, at fimta hvør íbúð, sum tey gera, skal vera til fólk við serligum tørvi. Somuleiðis hevur Bústaðir avgjørt at byggja 12 íbúðir í Havn til fólk við menningartarni og 12 íbúðir til fólk við sálarsjúku.

- Tilsamans fer hetta at veita eini 70 borgarum nútímans og tíðarhóskandi bústaðir tey komandi árini, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Talan er ikki bara um at byggja nýtt, men eisini um at umvæla og broyta verandi bústaðir.

Ætlanin hevur verið, at ein partur av játtanini skal brúkast til at nútímansgera reyðu bygningarnar á Eirargarði. Men erfyri kom fram, at soppur er staðfestur á Eirargarði og Eyðgunn Samuelsen sigur, at tí er neyðugt at kanna bygningarnar gjølliga, áðrenn farið verður víðari við hesum ætlanum.

Les eisini: Fyrrverandi leiðari ávarar: Hol í høvdið