VÍF-breiddin sigraði

Hóast Stjørnan fekk flúgvandi byrjan, so gjørdust føroyameistararnir drúgvari í toppdystinum í Vestmanna

 

Heimaliðið fekk ein kvøkk, tá Stjørnan legði harðliga fyri og kom fram um 5-0, áðrenn nakar vardi.

VÍF var um ein háls hesa løtuna, og tá 21 minuttir vóru spældir av dystinum hevði VÍF bara fingið trý mál!

Føroyameistararnir úr Vestmanna kláraðu ikki at snýta sterku verjuna hjá Stjørnuna, og taktikkurin hjá Stjørnuni riggaði til fulnar fyrstu løtuna. Tað ráddi um at steðga Sóley Mikkelsen og Ioana Rapa, sum hava so nógv at týða fyri liðið, og tað eydnaðist í longum løtum.

Hóast líkt var til, at Stjørnan skuldi fara at taka alt við sær í dystinum, so broyttist myndin seinastu 10 minuttirnar fyri steðgin. Nú steðgaði Stjørnuliðið upp, meðan VÍF gjørdist alt meira ágangandi í álopsspælinum.

VÍF fór frá 3-8 til 11-8 eftir seks minuttum, og hesa løtuna trilvaði Stjørnuliðið bæði í verju og álopi.


Stór breidd

VÍF legði eisini betri fyri í seinna hálvleiki, og Jórun Ludvig, sum hendan dagin var toppskjútti hjá VÍF, økti leiðsluna upp í trý mál.

VÍF helt seg frammanfyri og eina løtu var leiðslan fýra mál. Stjørnan fótaði sær enn einaferð, og tær minkaðu um leiðsluna til eitt mál, áðren Daniel Rapa tók time-out fyri at venda gongdini.

Seinastu minuttirnir gjørdust spennandi. Tá tveir minuttir vóru eftir at spæla var støðan 23-22 til VÍF, og alt kundi henda. Tað, sum hendi, var tó, at VÍF skoraði tvey mál afturat, meðan Stjørnan einki mál fekk.

Munurin millum liðini vísti seg at vera stóra breiddin hjá VÍF. Meðan tað eydnaðist Stjørnuni væl at steðga profilunum á VÍF-liðinum, hevur liðið so nógvar góðar spælarar, at tað er trupult at steðga liðnum fyri tað. Jórun Ludvig var toppskjútti hesaferð við átta málum, meðan fýra aðrir spælarar gjørdu fýra mál hvør.

Hjá Stjørnuni var tað enn einaferð Simona Dziugyte, sum var toppskjútti. Hon skoraði 10 mál og hevur nú gjørt 50 mál í fýra dystum!

Fyrsta styrkisroyndin millum bestu liðini í farna kappingarári vísti, at munurin ikki er stórur millum liðini í løtuni. Næstu ferð tey hittast verður í desember mánaði í Klaksvík.


Dysturin í tølum:

VÍF-Stjørnan 25-22 (11-10)

Málskjúttar:

VÍF: Jórun Ludvig 8, Sóley Mikkelsen 4 (1), Ioana Rapa 4 (1), Jacklin Durhuus 4, Nicoleta Radu 4, Fríða Marjunardóttir 1

Stjørnan: Simona Dzuigyte 10 (7), Joan Midjord Joensen 5, Andrijana Milodanovic 5, Anna Kristina Samson 2.

Brotskøst: VÍF 3, Stjørnan 10

Útvísingar: VÍF 5, Stjørnan 4

Dómarar: Kristian Johansen og Pole Hansen