Leingi hevur verið stórur spenningur um, hvat av hinum liðunum fer at spæla FM-finalu móti H71 um gott og væl tríggjar vikur. VÍF, KÍF og Kyndil hava verið í harðari kapping í oddinum, men í kvøld tykist mestsum avgjørt, at VÍF fer at vera mótstøðuliðið hjá H71 í FM-finalunum. Tað einasta, ið kann forpurra tað fyri vestmenningar er, um dysturin móti Neistanum skal spælast av nýggjum, men um so verður, eru vestmenningar eisini greiðir favorittar til tann dystin.
Vestmenningar lótu ongan sum helst iva vera um í kvøld, tá teir spældu lykladyst móti KÍF í Kollafirði. Endaliga úrslitið av dystinum var, at VÍF vann dystin við sannførandi siffrunum 29-18, soleiðis at vestmenningar hava tryggjað sær pláss í FM-finalunum.
Í hálvleikinum var tó einki sum bendi á, at VÍF skuldi vinna dystin so sannførandi. Tá var KÍF á odda 12-8, men í seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp hjá kollfirðingum. Fyrstu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki skoraði KÍF nevniliga bara eitt mál, soleiðis at VÍF kundi draga frá í stórum stíli.
Hjá VÍF var serbiski profilurin, Filip Jojic, í kvøld toppskjútti. Hann skeyt níggju mál, meðan Áki Egilsnes var honum næstur á toppskjúttaralistanum við sjey málum. Toppskjútti hjá KÍF var landsliðsleikarin, Rúni Joensen.
Sostatt verður bara helst bíðað eftir FM-finalunum nú hjá bæði monnum og kvinnum, sum altso í báðum førum vera endurtøkur frá FM-finalunum í fjør. Hjá monnum millum H71 og VÍF, og hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil. Tó er tað ikki heilt sikkurt hjá vestmenningum enn, tí at avgerðin um dystin hjá VÍF móti Neistanum ikki er tikin enn.
KÍF – VÍF 18-29 (12-8)