Hondbóltur
Hóast árið enn er ungt, so stóð nógv á H71 undan dystinum móti VÍF sunnudagin. Við tveimum tapum í fyrstu fýra dystunum høvdu hoyvíkingar ikki veruliga ráð at tapa, tá VÍF vitjaði. Og enn var so eingin, sum hevði vunnið á VÍF hetta kappingarárið.
Í so máta gjørdust hoyvíkingarnir teir fyrstu, og tað var eisini í lagi, at tað endaði við heimasigri.
Breiddin týðandi
VÍF var uttan sjúka Sámal Joensen og skadda Jóan Paula Høgnesen, og hetta skuldi vísa seg at fáa stóran týdning fyri dystin.
Tað bar nevnliga við sær, at breiddin hjá VÍF ikki var nóg stór til ein dyst, sum yvir allar 60 minuttirnar gjørdist rættiliga intensur. H71 kundi í nógv størri mun skifta út, soleiðis at spælararnir eisini fingu neyðugu hvíldina, so hvørt sum minuttirnir gingu, var tað eitt alt meira slitið VÍF-lið, sum royndi at halda fast í mótstøðuni.
Hartil merkti saknurin í Sámali Joensen eisini, at sera stórur partur av ábyrgdini í álopsspælinum kom at hvíla á Áka Olsen, sum kanska ikki skoraði, men sum støðugt var maðurin, sum við hóttanum og royndum gav rúm til viðspælarar.
Ikki minst var hetta sjónligt miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrst hevði Áki hvílt seg á beinkinum í einar 10 minuttir, har vestmenningarnir bert skoraði ta einu ferðina. Innkomin setti hann alt fyri eitt meira gongd á hjá gestunum, men orkan var við at ganga undan ,og tí rakk hetta ikki allan vegin á mál.
Frálíkir málverjar
Sjálvur dysturin var fyri tað nógva hampuliga rótutur. Í verjuni stóðu liðini hampuliga væl, men alt ov ofta vórðu bóltar tveittir burtur í álopsspælinum.
Og tá talan eisini var um tveir framúr væl upplagdar málverjarar, so varð talið av skotnum hildið á einum so lágum støði, sum tað sjáldan sæst í eini toppuppgerð. Ikki minst hevði Levi Nybo eitt sera høgt støði gjøgnum stóran part av dystinum, meðan Eli Müller í hinum endanum hevði hug at seta heingilás á málið í løtum av dystinum.
H71 er við
Ofta hevur trupulleikin hjá H71 verið, at liðið ikki hevur staðið nóg væl í avgerandi løtunum av dystinum.
Tekin vóru um tað sama, tá teir seinastu 30 sekundini undan steðginum tveittu tvey-mála leiðslu burtur, og gjøgnum seinna hálvleik vóru eisini løtur, har alt ov nógvir bóltar vórðu tveittir burtur.
Frálíka málverjaspælið frá Levi bar tó við sær, at hetta seinasta ikki kostaði ov nógv, og so vórðu tað ístaðin hoyvíkingar, sum hildu høvdið kalt seinastu løtuna. Halgir Dahl Olesen ristist ikki tað minsta, tá hann við brotskasti sendi í meskarnar til 22-20 við 20 sekundum eftir.
Sigurin ber við sær, at H71 væl og virðiliga er við í kapprenningini um finaluplássini, har tað nú bert eru tvey stig upp til VÍF, sum enn situr á oddasessinum, men nú við bara einum stigi niður til StÍF.
Fakta um dystin
H71-VÍF 23-20 (11-11)
10 min: 4-3
20 min: 8-6
40 min: 13-13
50 min: 18-17
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 10(5), Janus Sørensen 3, Esbern Patursson 2, Bárður Brimvík 2, Danny Syhler 2, Regin Joensen 2, Poul Kjartan Dam 1, Niels Viggo Niclasen 1
VÍF: Agnar Joensen 6(4), Niels Andreasen 5, Áki G. Olsen 3, Jákup Suni Andreasen 2, John Zachariassen 1, Rúni Joensen 1, Sámal J. Djurhuus 1, Karl Johan Djurhuus 1
Brotskøst: H71 5, VÍF 4
Útvísingar: H71 2, VÍF 1
Dómarar: Rúni Gunnarsson & Ragnar Simonsen