VÍF fann slóðina

Við sigri á H71 togaði VÍF seg upp á talvuni í bestu mansdeildini

Hondbóltur

 

10 mál frá Áka Olsen vóru fremsta orsøkin til, at VÍF sunnudagin aftur fann á slóðina. Vestmenningarnir teljast vanliga millum dominerandi kreftirnar í føroyskum manshondbólti, men í ár hevur gingið illa fyrstu dystirnar. Helst ein avleiðing av, at liðið nú spælir uttan Inga Olsen, sum meira enn nakar annar hevur verið ímyndin av VÍF seinastu mongu árini.

H71 hevur hinvegin snoddað uppeftir fyrstu umførini, og vunnu teir í Vestmanna, so vóru teir heilt nær oddinum.

Vestmenningar vóru tó støðugt betra liðið hesaferð. Frá byrjan tóku teir leiðsluna, og hóast hendan ikki gjørdist nakað serliga stór, so hildu teir støðugt gestirnar aftanfyri.

Eina løtu eftir steðin var tó um at gerast heilt spennandi. Fleiri ferðir var bert tað eina málið á muni, og tí hevði H71 alla tíðina vónina um, at nakað kundi spyrjast burturúr. Fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist enntá H71 at koma upp á javt, men við trimum málum á rað punkteraðu vestmenningar eisini ta vónina.

 

Fakta um dystin

VÍF-H71 31-29 (14-11)

Málskjúttar

VÍF: Áki Olsen 10(2), Agnar Joensen 6(1), Niels Andreasen 6, Sámal Joensen 4(2), Regin Joensen 2, Dávur Traber 1, John M. Andreasen 1, Rúni Joensen 1

H71: Dánjal Tórgarð 8, Esbern Patursson 8(3), Halgir Dahl Olesen 6(1), Janus Sørensen 5, Johnny Durhuus 2

Brotskøst: VÍF 6, H71 5

Útvísingar: VÍF 4, H71 6

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen