Neistin-VÍF 21-25 (10-10)
Hondbóltur
Tað er einki løgið, um tað vóru onkur neistafólk, sum stúrdu eitt sindur undan heimadystinum móti oddaliðnum úr Vestmanna. Higartil hetta kappingarárið hevur VÍF sýnt eina nærum ræðandi styrki, og millum annað høvdu teir fyrr í ár hølvað Neistan av.
Sum um hetta ikki var nóg mikið, tykjast vestmenningarnir at vera styrktir enn meira, nú Áki Olsen og Johnny Joensen aftur eru tøkir, meðan Neistin hinvegin mátti vera Jacob Jónsson fyri uttan mikukvøldið. Hann hevði fingið ein snudd í eygað undir venjing, og fekk tískil ikki spælt.
Lág leikferð
Tað tóktist tó hampuliga skjótt greitt, at talan hesa ferð ikki fór at gerast um nakra eyðmýking. Vestmenningar settur als ikki somu ferð á spælið, sum teir onkuntíð hava gjørt, og serliga í byrjanini av dystinum tóktust teir illa skipaðir í verjupartinum, meðan álopsparturin ikki hekk saman.
Hóast Neistin nýttu vánaligu VÍF-byrjanina til at koma á odda 5-1, so mundu áskoðararnir tó alla tíðina hava varhugan av, at hetta ikki fór at halda. Spakuliga kom eisini betri skil á spælið hjá VÍF. Teir tettu holini í verjuni, og í álopspartinum sýndu serliga Ini og Sámal, hví teir at kalla altíð teljast millum nøvnini á føroyska máltindinum.
Áki funnið formin
Kanska tóktist tað ov lætt hjá vestmenningum at venda dystargongdini, men í øllum førum dalaðu teir aftur nakað, eftir at teir høvdu lagt seg fram um neistaliðið. Liðini bæði fylgdust til hálvleikssteðgin, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki var Neistin væl meira ágangandi enn gestirnir.
Serliga mundi tað kennast hugaligt hjá áskoðarunum at síggja, at Áki Mørk loksins er um at finna stórspælið frá í vár fram aftur. Tá taldist hann millum týdningarmestu leikararnar á FM-liðnum, men higartil í heyst hevur avrikið ligið fleiri flokkar lægri.
Mikukvøldið sýndi hann tó í fleiri førum, at hann als ikki hevur gloymt, hvussu hondbóltur skal leikast, og hóast hann í tveimum týdningarmiklu støðum brendi upplagdan møguleika, so munnu viðhaldsfólkini fegnast um avrik hansara.
Minimalisma
Hjá vestmenningunum var tað enn eina ferð Ingi Olsen, sum var heilt stóri profilurin. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var tað hann, sum royndi at seta ferðina á spælinum upp, og eftir at teir tíðliga fingu lagt sjógv niður til Neistan, kom sigurin ongantíð av álvara í vanda.
Neistin togaði seg soleiðis nærhendis favorittunum, men hvørja ferð munurin gjørdist heldur tunnur, varð ferð sett á spælið, so munurin varð endurskaptur.
Fyri lesaran tykist tað kanska, sum skrivingin kundi bent á, at VÍF rættiliga tók sær av løttum. Tað gjørdu teir tó ikki, men avrikið kom ongantíð upp á tað støði, sum teir sýndu í eitt nú oddadystinum um vikuskiftið. Spælararnir gjørdu júst tað, sum var neyðugt fyri at tryggja stigini, og hetta eydnaðist teimum eisini.
Úr dalinum
Hjá neistanum mundi tað hóast enn eitt tap vera fleiri glottar at hóma í avrikinum hesa ferð, enn tað hevur verið seinastu vikurnar. Talan var hesa ferð um eitt nógv betri liðavrik, enn tað hevur verið, og leikararnir stríddust meira fyri øðrum, enn teir hava gjørt higartil í ár.
At liðavrikið var betri, gjørdi eisini, at persónligu avrikini í flestu førum gjørdust betri. Umframt Áka Mørk sýndi eisini Kári Mortensen gott spæl á bakkinum, men Ragnar Zachariasen tykist vera ein sera spennandi leikari. Ikki minst takkað verið skjótleikanum og dundurskotinum.
Enn noyðist hann tó at bíða í tolni eftir degnum, tá hann kann taka tvey stig frá beiggjanum, John. Til tess er styrkismunurin millum verandi og eftir øllum at døma komandi meistararnar alt ov stórur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Kári Mortensen 7, Áki Mørk 5, Ræni Slættanes 3, Ári Rouch 2, Regnar Zachariasen 2, Helgi Justinussen 2(1)
VÍF: Ingi Olsen 9(2), Sámal Joensen 7, John Zachariasen 3, Áki Olsen 2, Johnny Joensen 2, Martin Hummeland 1, Harald Bjørgvin 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3
Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Kristian Martin Skála. Hóast talan sjálvandi eisini var um onkur mistøk, so var tað hugaligt at síggja, at togan og haldan at kalla hvørja ferð varð revsað við tveimum fingrum.