Onnur FM-finalan ímillum VÍF og Kyndil verður leikt í høllini í Vestmanna í dag klokkan 17.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Tá ið VÍF og Kyndil spæla aðru - og kanska seinastu FM-finaluna í dag, kunnu bæði liðini líta aftur á enn eitt flott kappingarár. VÍF hevur ligið ímillum tvey tey fremstu alt kappingarárið, meðan Kyndil hava hálað seg upp úr botninum. Ein stór orsøk til hetta er eisini at Kyndil hevur fingið styrkir so líðandi ígjøgnum kappingarárið, har leikarar eru komnir aftur frá uttanlandsørindum.
Innanhýsis úrslitini ímillum feløgini bæði bera eisini brá av, at Kyndil hevur nærkast VÍF eftir nýggjár. Hetta sást serliga í steypafinaluni, har Kyndil vann sera greiðan sigur. Men hetta er eisini einasta ferðin, at tað hevur eydnast Kyndli at bast VÍF í ár. Tað hevur verið nær við í trimum førum. Ein dyst vann VÍF í seinastu sekundum, ein endaði javnur, og tað var um reppið at Kyndil fór við fyrstu FM-finaluni mikukvøldið.
Her niðanfyri síggjast úrslit og málskjúttar fyri allar dystir ímillum VÍF og Kyndil hetta kappingarárið:
23. september: VÍF – Kyndil 34-24 (17-9)
VÍF: Liljan Djurhuus 10, Durita Cristophersen Jojic 10, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir 3, Heidi Maria Akselsen 2, Ró Nielsen 1, Halla Midjord 1, Kathe Frederiksen 1
Kyndil: Súna Krossteig Hansen 8, Anja Eliasen 4, Sólja Poulse 4, Birita Mortansdóttir 3, Bára Krossteig Hansen 3, Ásleyg Súnadóttir 1, Beinta Lindberg Hansen 1
4. november: Kyndil - VÍF 18-24 (9-13)
Kyndil:Marianna Geirsdóttir Eystberg 5, Bára Krossteig Hansen 4, Súna Krossteig Hansen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Anja Eliasen 2, Sólja B. Poulsen 1, Birita Mortansdóttir 1
VÍF:Durita Cristophersen Jojic 7, Liljan Djurhuus 7, Agnas Olsen 6, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 1
20. januar: VÍF – Kyndil 26-25 (13-13)
VÍF: Durita Cristophersen Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Randi Virgarsdóttir 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1
Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna Krossteig Hansen 3, Bára Krossteig Hansen 3, Sólja Poulsen 1, Beinta Bárðardóttir 1
23. februar - Steypafinala: Kyndil – VÍF 31-24 (17-9)
Kyndil: Bára Krossteig Hansen 6, Marianna Geirsdóttir Eystberg 6, Turið Arge Samuelsen 6, Súna Krossteig Hansen 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Karin Midjord 2 , Anna A. Brimnes 1, Gudrun Restorff Olsen 1
VÍF:Durita Cristophersen Jojic 9, Liljan Djurhuus 5, Agnas Olsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Kathe Frederiksen 2, Lív Ingdorsdóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1 , Daniella Joensen 1
31. mars: Kyndil – VÍF 22-22 (7-14)
Kyndil:Marianna Geirsdóttir Eystberg 7, Súna Krossteig Hansen 6, Bára Krossteig Hansen 4, Turið Arge Samuelsen 3, Beinta Bárðardóttir 2
VÍF:Durita Cristophersen Jojic 8, Liljan Djurhuus 6, Agnas Olsen 4, Ró Nielsen 1, Brynja Rógvadóttir 1, Lív Ingdorsdóttir 1
24. Apríl – 1. FM-finala: Kyndil – VÍF 23-26 (9-15)
Kyndil:Turið Arge Samuelsen 7, Bára Krossteig Hansen 6, Marianna Geirsdóttir 5, Súna Krossteig Hansen 4, Ásleyg Súnadóttir 1
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Durita Cristophersen Jojic 6, Agnas Olsen 5, Lív Ingdorsdóttir 2, Brynja Rógvadóttir 1, Daniella Joensen 1, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1