KÍF-VÍF 26-28 (14-16):
Tað vóru tvey lið í viðráki, sum fóru á vøllin í Kollafirði sunnudagin. KÍF hevði eina út av lagi vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men seinnu umførini hevur kurvan peiggjað rætta vegin hjá teimum.
Og tað gjørdi hon eisini hjá VÍF, sum í løtuni tykist vera liðið, sum hevur bestan hug at hótta oddin.
Ferð á
Á vøllinum var tó ikki so øgiliga sjónligt, at talan var um tvey væl koyrandi lið. Gaman í var ferðin á spælinum heilt nógv, men mistøkini á vøllinum vóru tilsvarandi nógv í tali.
Tí gjørdist talan meira enn nakað annað um stríð, og her tóktust gestirnir vera eitt lítið vet betri fyri. Eisini hóast teir til dystin máttu vera Sámal Joensen fyriuttan, meðan ein hálvskaddur Áki Olsen ofta hevur verið ein størri skothóttan, enn hann var tað hesaferð. Fýra mál var alt, sum stórskjúttin sendi inn, og øll hesi vóru dømi um, at tú eins væl kanst leggja bóltin í netið, um teknikkurin er til tað.
Hjá KÍF hongur nógv vanliga á Damir Oros. Og hann var sjálvandi maðurin, sum vestmenningar ansaðu sera væl. Hinvegin gav hetta eisini pláss til aðrar spælarar, og ikki minst dugdi Gert Hansen væl at gera sær dælt.
Snøgt sagt í stórformi helt hann í longum løtum kollfirðingum inni í dystinum, men í longdini var hetta akkurát ikki nóg mikið. Eftir at Óla Christian Djurhuus tíðliga í seinna hálvleiki hevði eina sera góða løtu í KÍF-málinum, átti Eli Müller tørn móti dystarenda. Fleiri ferðir var talan um frálíkar bjargingar, og tá hann so hevði eina dupulta av slagnum knekkaði línan hjá KÍF.
Og at teir so misti Gert Hansen við tí, sum líktist einum álvarsligum knæskaða, mundi ikki gera støðuna hjá liðnum betri. Júst vantandi breiddin hevur verið størsti trupulleikin hjá KÍF, og nú teir helst mugu vera ein sera týðandi spælara fyriuttan restina av kappingarárinum, verður mótbrekkan móti oddinum helst heilt stór.
Tann brekkan er í løtuni fýra stig hjá VÍF. Og tað er ikki meira, enn liðið kann vinna við einum góðum stima. Og heilt víst er hett tað, sum farið verður eftir.
Fakta um dystin
KÍF-VÍF 26-28 (14-16)
10 min: 6-4
20 min: 10-9
40 min: 19-21
50 min: 23-24
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 9 (1), Damir Oros 6(2), Niklas Reginsson 4, Daniel D. Olsen 2, Dean Jankovic 2, Ási Dam 1, Eddie Joensen 1, Sún Johannesen 1
VÍF: Agnar Joensen 8(3), Niels Andreasen 5, Regin Joensen 5, Áki Olsen 4, Jákup Suni Andreasen 4, Rói Lamhauge 1, Rúni Joensen 1
Brotskøst: KÍF 5, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 3, VÍF 5
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg