TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við venjaran hjá VÍF-kvinnum, Geir Wardum.
VÍF tapti fyrr í dag 26-32 (13-19) ímóti Neistanum. VÍF fekk sostatt annað plássið í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini, og møtir Kyndli í hálvfinaluni.
Geir Wardum hevur vónir um, at hansara leikarar kunnu koppa Kyndli yvir tveir dystir. Talan er um eitt sterkari VÍF-lið mett í mun til liðið, sum hevur spælt fyrr í hesum kappingarárinum, og tað ger, at VÍF verður betri fyri til stóru uppgávuna.
Um tapið ímóti Neistanum í dag staðfestir Geir Wardum, at ikki gekk eftir vild, serliga í fyrra hálvleiki, men tað bleiv væl frægari í seinna hálvleiki.