VÍF-Kyndil í kvøld

Eftir skránni skuldi dysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli spælast í gjárkvøldið

Dysturin varð tó útsettur, og verður hann ístaðin spældur í kvøld klokkan 20.15. VÍF hevur framvegis fýra stig upp til StÍF, og skal nøkur vón vera um at bjarga tilveruni í Sunset-deildini, er treytaleysa kravið ein sigur, nú Kyndil vitjar.