Tað er ikki serliga sannlíkt, men VÍF livir í vónini. Vestmenningar eru nú trý stig frá at røkka finaluplássinum. VÍF vann á StÍF á heimavølli í gjár, og KÍF tapti fyri Neistanum. Fimm dystir eru eftir, 10 stig eru eftir at spæla um. Nú skal røkka ella støkka hjá VÍF.
Avgjørdu seinastu løtuna
Liðini løgdu varisliga fyri, men VÍF hevði munin allatíðina. Tað skrædnaði hinvegin ongantíð millum liðini, tí munurin var ongantíð meira enn tvey mál. Gestirnir vunnu seg upp undir liðina á VÍF stutt fyri hálvleik, og StÍF vann seg beinanvegin framum í seinna hálvleiki. Strandingar vóru eitt skifti á odda við heili fimm málum, men so svaraði heimaliðið aftur. VÍF fekk seks mál upp í slag og kom á odda 24-23. Gestirnir høvdu fleiri upplagdar møguleikar seinastu minuttir at vinna seg aftur í dystin, men heimaliðið var heppið. Endaliga úrslitið var 27-25.
VÍF skal spæla móti oddaliðnum Neistanum næsta vikuskiftið, og tá verður helst staðfest, um vestmenningar hava møguleika at vinna seg í finaluni. Tapa vestmenningar, og KÍF vinna á Team Klaksvík er munurin aftur fimm stig. Tað verður ov nógv.