VÍF-Neistin 28-22: Dystarendin og samrøða (FM1)

(FM1) Hoyr Kathe Frederiksen hjá VÍF seta orð á 28-22 (14-9) sigurin hjá VÍF á Neistanum

VÍF-kvinnurnar liggja væl fyri at vinna innleiðandi bólk 1 í Faxe Kondi kappingini aftaná 28-22 (14-9) heimasigurin á Neistanum í dag. Vestmannakvinnur hava fult stigatal, fýra stig og hava bert dyst eftir ímóti Stjørnuni 2 á útivølli.

 

Neistin var væl við fyrsta korterið í dystinum ímóti VÍF í dag, men seinna korterið í fyrra hálvleiki dróg VÍF frá Neistanum. Tá farið var til hálvleiks var VÍF á odda 14-9, og megnaði VÍF at halda frástøðuna til Neistan tað sum eftir var av dystinum.

 

Durita C. Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Liljan Djurhuus skoraði sjey mál. Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Ingun Kristina Persson og Drós Ragnarsdóttir við fýra málum hvør. 

 

Í Klaksvík vann Stjørnan 36-5 á Stjørnuni 2. VÍF hevur fýra stig, Neistin og Stjørnan hava tvey stig, og Stjørnan 2 hevur einki stig. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá seinasta minuttinum av dystinum í Vestmanna.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Kathe Frederiksen hjá VÍF, ið skoraði trý mál fyri VÍF í dag.

 

Hóast greiða sigurin á Neistanum í dag, og hóast VÍF bert hevur Stjørnuna 2 eftir at spæla ímóti í bólki 1, so hevur Kathe Frederiksen ikki hug at kanna sær nakran bita, men hon letur hinvegin ongan iva verða um, at málið hjá VÍF er at endurvinna greipuna.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn.