VÍF setti oddaliðið upp á pláss

VÍF megnaði heima í Vestmanna at vinna týðandi dyst ímóti oddaliðnum KÍF. VÍF vann 23-22 eftir at hava verið á odda 12-8 í hálvleikinum.

 

VÍF var eitt skifti í seinna hálvleiki á odda við seks málum, men KÍF svaraði væl aftur og var um at koma heilt upp á javnt ímóti dystarenda. VÍF helt tó fast og við teprum 23-22-sigri staðfesta teir sína støðu á 2. plássi, nú fýra stig niður til H71, sum tó hevur leikt tveir dystir færri.

 

Fyri KÍF hevur tapið ikki nógv at siga. Teir eru framvegis langt fremstir við heili átta stigum niður til VÍF. Hetta er bara annar dystur teir tapa í kappingini í ár, hin fyrri var somuleiðis ímóti VÍF. Tá vann VÍF 29-28 í Kollafirði.

 

Sámal Joensen skeyt fimm mál fyri VÍF í dag, meðan Ási Dam var bestur málskjútti hjá kollfirðingum við fýra málum.