VÍF spílar seg út

Eftir eina veika byrjan tykjast VÍF-kvinnurnar at vera komnar fyri seg. Mikukvøldið fekk StÍF ikki fótin fyri seg í Vestmanna, tá VÍF stríddist fyri sigrinum

Kvinnuhondbóltur

Síðstu tvey árini hava kvinnurnar hjá VÍF vunnið greipuna, og eingin hevur veruliga fingið gjørt nakað við tær. Men í ár hevur verið øðrvísi, og VÍF hevur longu tapt heilar tríggjar dystir.
Kortini hava VÍF-kvinnurnar ikki givið skarvin yvir, og tað fekk StÍF at kenna í Vestmanna mikukvøldið, tá dystur var um, hvør skuldi sleppa at taka kappingina upp við VB á oddasessinum.
Og hóast byrjanin í vetur ikki hevur verið nakað serlig, vísti undirtøkan í høllini, at vestmenningar ikki hava gloymt tær, tí tað fólkið, sum var og hugdi mikukvøldið, var stórt sæð komið til kvinnudystin. Bara nøkur tandur løgdust aftrat, tá mansdysturin var aftaná.
Í eitt korter megnaði StÍF at fylgja við, men so menti VÍF seg og slapp sær av 6-6 upp á 10-6. Og so sá StÍF ongantíð ordiliga aftur í halaferðina á vestmannakvinnum.
Bert ta einu løtuna í seinna hálvleiki var tað um reppið, at StÍF fekk svarað aftur, men tá megnaði Manuela Stam í VÍF-málinum mestsum einsamøll at forkoma møguleikunum hjá StÍF at sleppa upp í part av nýggjum.

Manuela helt tætt
Hesa avgerandi løtuna tók hon trý brotskøst, meðan meira enn illa lá fyri hjá útispælarunum at løna henni fyri stríðið við at skjóta nøkur mál í hinum endanum.
StÍF stóð væl, og tá VÍF royndi at gera eitt sindur um seg, vóru feilir og ov nógvur skundur ofta orsøk til, at einki kom burturúr.
Leiðslan hjá VÍF minkaði úr átta niður í fýra mál, men so var tann hvøkkurin eisini av, og VÍF gjørdi enn ein vørr og vann trygt við níggju málum, 26-17.
Burtur sæð frá hesi einu løtuni í seinna hálvleiki, var tað eitt rættiligt liðavrik, ið lá aftan fyri sigurin hjá VÍF, tí allar stríddust fyri sakini, eins og tær um vikuskiftið eisini gjørdu tað í dystinum móti Neistanum.
At breiddin er har, varð staðfest, tá VÍF síðstu løtuna gjørdi nakrar útskiftingar, ið avgjørt ikki gjørdu liðið veikari.
Nú líkt er til, at ikki skal roknast við Ioanu Rapa meira í vetur, kemur tað væl við hjá vestmenningum at síggja, at VÍF-kvinnurnar eisini kunnu stríðast, um tað krevst.
Síðstu tvey árini hevur tað í summum dystum kanska verið í so lætt, og mótstøðan hevur kanska ikki altíð verið størsta avbjóðingini.
Men nú nógvir av dystunum krevja meira av spælarunum, verður eisini víst í verki, at liðið dugir at fáa arbeiðssigrar til høldar, tá tað er neyðugt.
Við sigrinum er VÍF nú bara tvey stig aftan fyri oddaliðið VB, ið enn einki stig hevur sett til, men tann munurin kann økjast so skjótt, tí VB hevur spælt tveir dystir færri enn VÍF.

Dysturin í tølum:
VÍF-StÍF 26-17 (14-9)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 9 (2), Jacklyn Durhuus 7 (3), Nicoleta Radu 5, Fríða Marjunardóttir 3 (1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Hertha Simonsen 1
StÍF: Asta Petraukieke 7 (3), Alina Olaru 5 (1), Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 1, Paula B. Høgnesen 1 (1), Poula D. Olsen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 9
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 2
Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen