HONDBÓLTUR
Toppur og botnur møttust í hoyvíkshøllini leygardagin, tá H71 tók ímóti oddaliðnum úr Vestmanna. H71 og VÍF hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í grundspælinum, og í báðum førunum vann VÍF.
Fyrri dysturin, sum var í Hoyvík, endaði við einum 4 mála sigri til VÍF, meðan eingin ivi var í Vestmanna. Tá vann VÍF við heili 11 málum, so undan dystinum leygardagin var VÍF stórfavorittur.
VÍF legði grundina
Fyrstu løtuna leikaði javnt á í Hoyvíkshøllini. Her hevði H71 kanska munin, men so við og við tók VÍF yvir. Um miðjan fyrra hálvleik tóku teir leiðsluna, men H71 fylgdi tó væl við, tí munurin var ongantíð meir enn 2 mál. Móti endanum fekk VÍF tó veruliga rist H71 av sær. Við 4 málum á rað øktu vestmenningar knappliga um munin upp í 6 mál, og nú sá ikki gott út hjá hoyvíkingum.
Vestmenningar kláraðu at halda leiðsluna allan vegin til hálvleiks, tí tá var munurin nevniliga eisini 6 mál.
Sigurin var ongantíð í vanda
Eisini í seinna hálvleiki byrjaði H71 betur. Fyrstu løtuna fingu teir minka um munin niður í 4 mál, men nærri sluppu teir ikki. H71 royndi at hanga í, og teir stíddust eisini manniliga fyri at minka enn meir um munin. Um miðjan hálvleikin vóru enn 4 mál á muni, men so var liðugt fyri H71. N´usetti VÍF seg fullkomiliga á dystin.Næstu 5 minuttirnar fekk H71 einki mál, meðan VÍF skoraði 6 ferðir, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdu. Nú vóru 10 mál á muni, og tað fóru hoyvíkingar ikki at vinna innaftur.
Síðstu løtuna slapp H71 tó at spæla við aftur, men munin fingu teir ikki minka meir um. VÍF vann nevniliga dystin við heili 10 málum, og við sigrinum eru teir komnir aftur á røttu kós eftir ósigurin í Kollafirði síðsta vikuskiftið.
Fakta
H71–VÍF 34-44 (18-24)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 10, Esbern Patursson 7 (2), Poul K. Dam 6, Tróndur Vatnhamar 4, Gunnar Bláberg 3, Janus Sørensen 2, Bjarni Sørensen 2,
VÍF: Agnar Joensen 12 (2), Sámal Joensen 9 (1), Ingi Olsen 8, Áki G. Olsen 5, Joen P. Høgnesen 4 (1), Harald Bjørgvin 2, Áki Olsn 1, Rúni Joensen 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: H71 3, VÍF 4
Útvísingar: H71 3, 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen