VÍF vann toppdystin

VÍF vann toppdystin móti StÍF í gjár. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, menmóti endanum dró VÍF frá. Breiddin hjá VÍF var munurin á liðnum, og sigurin var fult uppiborin

VÍF – StÍF: 28-21 (14-12)


Sunnudagin var toppdystur millum VÍF og StÍF í høllini í Vestmanna, sum undan dystinum lógu á ávíkavist 1. og 2. plássi, men tað vóru ikki so nógvir áskoðarar í høllini, tá ið hugsað verður um, at tað vóru tvey tey fremstu liðini, sum møttust.
Fyrstu 10 minuttirnar leikaði javnt á, og hesa løtuna brendu vestmenningar nakrar kjansir, tá ið teir vóru leysir móti málverjanum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Einstáttað álopsspæl
Álopsspælið hjá strandingum var rættiliga einstáttað. Finnur Hansson avsluttaði mest sum øll álopini hjá StÍF, og sjálvt um hann skorar nógv mál, so brennir hann eisini nógv skot.
Eftir 12 minuttirdró VÍF frá. Strandingarnir gjørdu nógvar tekniskar feilir hesa løtuna, og teir høvdu stórar trupulleikar við at lirka sterku VÍF verjuna upp. Tí endaði tað ofta við skotum úti frá, sum Eli ikki hevði stórvegis trupulleikar við, ella mistu strandingar bóltin og vestmenningar runnu í mótálop.
Hesa løtuna spældu ungu leikararnir, Rói Lamhauge og Regin Joensen, væl, og teir fingu eisini nøkur góð mál í fyrra hálvleiki.
Um miðjan fyrra hálvleik valid Jacob Jónson at taka time-out. Eftir hetta komu strandingar betri við í dystin, og tá ið vestmenningar fingu tvær útvísingar innan stutta tíð - onnur púra óneyðug fyri at sparka bóltin -  so eydnaðist hjá strandingum at koma uppá javnt.
Hálvleiksstøðan var 15-13 til VÍF, og tað var samanumtikið ein uppiborin leiðsla til vestmenningar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Avgerðin
Í seinna hálvleiki byrjaði VÍF væl. Eftir knappar 10 minuttir vóru teir frammanfyri 18-14, og í roynd og veru var tað ein útvísing til Finn Hansson, sum fekk gongd í strandingar aftur. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hesa løtuna góvu dómararnir nakrar ivasamar útvísingar til strandingar. Tá ið vestmenningar harafturímóti sluppu avstað við nøkrum, sum nógv hildu vera revsivert, so kókaði yvir hjá strandingum.
Strandingar fingu tvær útvísingar – eina fyri at brúka munn - men aftur hesaferð stríddust strandingar eyka væl í undirtali, og tí eydnaðist ikki VÍF at fara frá StÍF hesa løtuna.
Gestirnir dovnaðu tó aftur, og tá ið 22 minuttir vóru farnir, var VÍF á odda 24-19.
StÍF tóktist ikki at hava meir at bjóða uppá hesa løtun, og tað høvdu teir fyri so vítt heldur ikki. Uppspælið koyrdi ikki, og neyðloysnin var, at Finnur Hansson skeyt hvørja ferð.
Sum heild gav hetta ikki nóg gott úrslit, tí hansara kreftir sluppu eisini upp, og at enda mátti eisini hann út á beinkin at hvílast.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Breiddin sigraði
Endaliga úrslitið gjørdist 28-21 til VÍF. VÍF var klárt tað betra liðið. StÍF megnaði at fylgja við fyrsta korterið, men eftir hetta tók VÍF yvir.
VÍF hevur ein breiðari hóp enn strandingar, og sostatt hava teir eisini fleiri streingir at spæla á. Tað var hetta, sum gjørdi útslagið í síðste enda í Vestmanna sunnudagin.


Fakta
 
VÍF-StÍF 28-21 (15-13)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 6 (1), Regin Joensen 4 (1), Sámal Joensen 4, Ingi Olsen 3, Rói Lamhauge 3, Áki G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Sjúrður Poulsen 2, Áki Olsen 1
StÍF: Finnur Hansson 8 (3), André Danielsen 4, Mortan Hansen 3, Jakob Jónson 2, Regin Didriksen 2, Bárður Danielsen 1, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 4
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum