Longu tvey ár eftir at nýggja farstøðin varð tikin í brúk, er tørvur á at víðka partar av henni.
Tað er stóri ferðafólkavøksturin seinastu árini, sum ger, at tørvur er á broytingum. Vága Floghavn setti í 2016 nýtt met í tali av ferðafólki, tá 292.393 ferðafólk fóru um flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á 5,8 prosent í mun til í fjør og yvir 90.000 ferðafólk í mun til í 2011.
Tað, at tað í summar eisini vera tvey flogfeløg afturat, sum fara at flúgva úr Vágum, ger eisini, at størri tørvur er á kekk-inn skrankum á fløgvøllinum. Jákup Sverri Kass sigur, at Vága Floghavn í næstum fer undir at økja um talið á kekk-inn skrankum. Eisini eru ætlanir um at leingja bagasjubandið og gera bagasjuhøllina størri. Í trygdarøkinum, har hondbaggasjan verður kannað, eru ætlanir um at seta eitt band afturat upp, so tveir geirar vera hjá fólki at fara ígjøgnum.
Orsaka av økta virkseminum ynskir Vága Floghavn eisini at gera eitt standpláss afturat til flogfør.
Umframt hetta eru sjálvsagt ætlanirnar um at víðka parkeringsøkið úr teimum umleið 360 p-plássunum upp í umleið 800.
Harumframt váttar Jákup Sverri Kass, at Vága Floghavn enn er í samband við onnur flogfeløg, sum eru áhugað í at flúgva til Føroya.