Tær flestu maskinurnar á flakavirkinum í Miðvági eru tiknar niður, tær verða fluttar til onnur virkir. Tey 70 starvsfólkini, sum arbeiddu hjá Faroe Seafood í Miðvági, fingu 6. juni at vita, at flakavirkið í Miðvági fór at lata aftur, og at Faroe Seafood fór at gevast við virksemi sínum í Vágum.
Fyrst í september bar ÚF tíðindi frá Richardi Mortensen nevndarformanni í Faroe Seadood, at fyritøkan samráddist við tvær fyritøkur, um yvirtøku av virkinum í Miðvági og Fuglafirði, og at um tað gekk eftir ætlan, so sluppu fólk skjótt aftur til arbeiðis bæði í Miðvági og Fuglafirði.
Men nú eru tær flestu maskinurnar avmonteraðar á flakavirkinum í Miðvági, nógvar maskinur eru fluttar við lastbilum av oynni - tær eru fluttar til Vestmanna, Havnar, Vágs og Runavíkar, nakrar maskinur standa enn uttanfyri virkið í Miðvági, fyri eisini at verða fluttar av oynni.
Niðurstøðan má verða, at flakavirkið í Miðvági neyvan letur upp aftur sum fiskavirki - hvat tað so skal nýtast til - er enn ein gáta.
Flakavirkið Snarfrost, sum byrjaði at taka ímóti fiski í 1972, hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri bygdirnar í Vágum - mest Miðvág og Sandavág. Tá vit tosaðu við Ivan Johannesen, sum var nevndarformaður í Snarfrost í 12 ár, harmaðist hann almikið um støðuna, hann segði, at tá flest fólk arbeiddu á virkinum, lá talið um 150 arbeiðsfólk.