Síðani summarsteðgin hevur gingið betri hjá vágaliðnum, sum fyrrapartin av kappingarárinum lá til niðurflyting. Teir hava ikki verið alt ov støðugir, men úrtøkan hevur verið so mikið góð, at nú eru teir komnir upp um miðjuna í deildini.
Men móti gøtumonnum sluppu teir væl. Serliga um hugsað verður um fyrstu tíggju minuttirnar, tá GÍ hevði tríggjar stórar møguleikar fyri at leggja seg á odda.
Málverjin bjargaði sera væl til horna, tá Petur Sjúrðarberg royndi seg úr stuttari fjarstøðu, Tummas Magnussen sendi uppum málið úr góðari støðu, og eftir hornaspark streyk bólturin dygst framvið málinum.
Heimaliðið hevði stóra úrtøku. Níggju minuttir vóru farnir, tá Kim Poulsen kom í brotsteigin, Kári Hansen royndi at takla, og dómarin, Sjúrður Norðbúð, bríkslaði fyri brotssparki. Tað vóru gøtumenninir sera misnøgdir við, tí teir mettu, at talan var um klokkureina takling.
John Johansen var tryggur úr ellivu metrum, og so gekk leingi javnt á. Men tað tóktist sum um spenningur-in fór úr fimm minuttir inn í seinna umfarið, tá uppspæl hjá heimaliðnum í høgru hevði flatt innlegg útfrá við sær. Hannus Olsen smekkaði til fyrstu ferð, og bólturin streyk flatt í handaru síðuna av málinum.
Minuttir eftir svaraði GÍ aftur, og so gingu bara tríggir minuttir til tað stóð á jøvnum. Fyrra málið skoraði Heini Heinason, tá hann setti fótin undir innlegg av baklinjuni í vinstru. Petur Sjúrðarberg átti næstsíðsta fótin á.
Seinna málið skoraði Heini Heinason úr ellivu metrum. Samson Nesá, sum hesa ferð var verjukendur miðvallari, royndi at fara framum verjuspælara, sum dómarin metti skumpaði undir gøtumannin aftanífrá, og so var brotsspark.
Tað sá út til at skula enda við javnleiki og einum stigi í part, men tá tað restaði eitt stórt korter gjørdu gøtumenn eitt klokkureint sjálvmál. Eingin vandi tóktist vera á ferð eftir flata innleggið, sum Rúni Joensen var á veg út úr málinum eftir, men ólukkutíð fyri GÍ, so toygdi gamli landsliðsmaðurin, Alvi Justinussen, seg fyri at beina bóltinum burtur, men hann var so óheppin at stýra bóltinum í kassan.
GÍ royndi at trýsta fyri at javna, men heimaliðið hevði teir vandamiklari møguleikarnar, tá teir fóru í snarálop.