KB EL-teknik NCC Vága konsortiet I/S Dávid Reinert HansenKnud Balle Niels Larsen
Leynar, 29. okt 2002
Vágatunnilin p/f
???????????????
Eftir tingingar millum partarnar á byggiplássinum í Leynum og gjøgnumgongd av arbeiðunum, ið eftir eru at gera, eru felags avtalur gjørdar, um neyðug tiltøk, soleiðis at Vágatunnilin kann latast upp fyri ferðslu 10. december 2002.
Eitt av umráðandi evnunum, sum bleiv avgreitt, var, hvussu neyðugu arbeiðini í sambandi við trygdarútgerð í tunlinum kundu fáast liðug á nøktandi hátt.
Avtalurnar føra við sær at minni týðandi partar av arbeiðinum verða gjørdir eftir at ferðsla er í tunlinum, her í millum ljósmastrar við tunnilsmunnarnar og rundkoyringina í Leynum. Onnur írestandi arbeiði í sjálvum tunlinum koma at vera gjørd á náttartíð, tá tunnilin kann steingjast fyri ferðslu.
Við avtalunum, sum nú eru gjørdar, eru ósemjurnar loystar og partarnir eru samdir um í felag at gera sítt besta fyri at tunnilin verður opin fyri ferðslu 10. dec. í ár.