Vágbingar spældu alla tíðina

Løgmanssteypið: Toftamenn vóru ikki vaknaðir, tá VB setti hol á, og toftamenn svóvu, tá vágbingar í síðstu løtu avgjørdu

B68-VB 1-3 (0-1)


Vágbingar hava eitt fínt fótbóltslið. Tað hava vit fleiri ferðir sagt áður, og sunnudagin staðfestu teir tað á Svangaskarði. Serliga er tað í álopspartinum, at VB, sum hesa ferð mátti spæla uttan Tórða Holm á miðvøllinum (Jón Gærdbo, sum ikki hevur verið við síðani steypadystin móti NSÍ í Vági, loysti av), er væl fyri, og tað vóru menninir í fremstu røð, sum høvdu avgerandi orðið at siga, tá VB megnaði at spæla seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Toftamenn snorksvóvu, tá álopsmenninir hjá VB vóru fyrstu ferð upp á spæl. Teir spældu upp á tvørs í miðverjuni, Robert Cieslewicz kom ímillum, var skjótur móti málinum og sendi framvið Magnusi Poulsen.

1?0 til VB. Sekundvísarin hevði gingið 21 sekund, og fyritreytirnar hjá gestunum vóru av teimum allar bestu.

VB venjarin plagar at siga, at hansara lið hevur ikki somu dygdir at spæla verjukent sum at spæla álopskent. Tað hevur hann kanska rætt í, og tí var tað ikki eftir høvdinum hjá vágbingum, at teir tað mesta av tíðini vóru á egnari hálvu. Heldur var tað tí, at teir vóru kroystir til tað.

Men hvassa álopið hjá VB var alla tíðina vandamikið, og sjálvt um B68 hevði bóltin mest, so vóru tað VB álopini, sum tað var mest tyngd í. Milan Kuljic, Jón Pauli Olsen, Robert Cieslewicz og Krzysztof Popczynski duga nógv við bóltinum, og teir finna væl saman.

Tað var fleiri ferðir nær við og næstan, at teir fingu mál tvey mál í 2. hálvleiki. Í 67. minutti legði Jón Pauli Olsen VB framum 2?1. Skjótt álop í vinstru og tvær skotroyndir, sum Magnus Poulsen hevði hálvbjargað, skulu til, áðrenn miðvallarin í triðju atløgu skoraði. Og fram móti dystarenda, tá B68 royndi at javna og tískil hevði nógv fólk frammarlaga, var Robert aftur uppá spæl.


Lítil úrtøka

Toftamenn, sum hesa ferð aftur høvdu Súna Fríða Johannesen sum fremsta mann og enn eina ferð saknaðu Fróða Benjaminsen, høvdu bóltin nógv meiri enn mótstøðumenninir.

B68 hevði 3?5?2 útgangsstøðuna, og Jákup Djurhuus, sum spældi fyri fyrstu ferð í ár, var góður í miðverjuni. Serliga Jákup Eli Olsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var grammur og legði fleiri fínar bóltar innfyri úr tí borðinum, har vágbingar vóru mest tunnir i verjupartinum.

Men hóast bóltarnir vóru neyvir og lógu væl, og hóast álopsmenninir fleiri ferðir fingu høvi at stúta, so eydnaðist ikki at fáa mál. Neyvleikin var ikki nóg stórur, og tá toftamenn royndu seg við skotum, vísti Bjarni Johansen í VB málinum sínar dygdir.

B68 javnaði í 56. minutti, tá teir fingu eitt tunnt brotsspark. Jón Pauli Olsen royndi at verja bóltin út av vøllinum, eingin vandi var á ferð, toftamenn tóktust ikki halda nakað serligt vera á vási, men linjuverjin veittraði, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Súni Fríði Johannesen var tryggur úr ellivu metrum.

Súni Fríði Johannesen sneiddi seg leysan, plaseraði bóltin dygst úti við stólpan, men Bjarni Johansen var sum ein køttur yvir bóltinum, og toftamenn komu ikki nærri at skora.

jh


B68-VB 31-3 (0-1)

0-1 Robert Cieslewicz

1-1 Súni Fríði Johannesen

1-2 Jón Pauli Olsen

1-3 Robert Cieslewicz


B68:

Magnus Poulsen ? Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus ? Kristian Poulsen (Øssur Jacobsen, 46.), Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino (Jann Ingi Petersen, 79.)


Reytt kort: Jann Ingi Petersen 90.


VB:

Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic (Eyðun Kjærbo, 71.), Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Petur Óli Samuelsen, Jón Gærdbo (Michael í Lágabø, 71.), Milan Kuljic (Palli Augustinussen, 87.), Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski


Gult kort: Januks Kjærbo 81.