- Hetta minnir mest um tvey, sum verða tvingað at ganga saman í hjúnaband.
Hetta skoðsmálið fær ætlanin hjá samgonguni um at nýskipa kommunubygnaðin á fundi í Vágs Býráði.
Býráðið hevur viðgjørt ætlanina, men býráðslimir halda, at hon er so ógreið, at málið má lýsast nógv neyvari, áðrenn býráðið kann taka støðu.
Ætlanin hjá samgonguni er at leggja kommunurnar saman, so at tær verða færri, men størri og sterkari og samstundis samstundis verður eldraøkið nevnt sum eitt dømi um eitt málsøki, sum skal leggjast undir kommunurnar at umsitast.
Men býráðslimir í Vági halda, at tað er alt ov lítið kjøt á enn, tí enn er ógreitt, akkurát, hvat samgongan ætlar og akkurát hvørji málsøki skulu leggjast undir kommunurnar at umsitast.
Í skrivi, sum er sent kommununum staðfestir landsstýriskvinnan í innlendismálum, at
endamálið er, at kommunurnar skulu vera størri og sterkari.
Men býráðslimir í Vági staðfesta, at samstundis er ætlanin at Vestmanna og Kvívík skulu verða ein kommun, og Sandoy og Skúvoy í eina kommunu.
- Men tær kommunurnar verða ikki størri enn Vágs kommuna er nú og í øllum førum verða tær væl minni enn Suðuroyar syðra helvt.
- Hinvegin er ætlanin at Suðuroy kann verða ein kommuna, hóast tað er alkunnugt, at semja er ikki um tað.
Býráðslimir í Vági skilja ikki, hví Suðuroy ikki kann verða tvær kommunur, ella hví Vágur ikki kann vera fyri seg sjálvan, tá ið aðrar kommunur, sum er minni enn tað, verða góðtiknar og verðar mettar at vera nóg sterkar til at átaka sær fleiri uppgávur.
- Klára Vestmanna og Kvívík og Klára Sandoy g Skúvoy at umsita eitt málsøki, klárar Vágs Kommuna tað eisini einsamøll, halda býráðslimir í Vági.
Tvingsil
Í upplegginum, sum Innlendismálaráðið hevur sent Vágs Býráði, sigur Annika Olsen, at fólkaatkvøða um málið skal vera í teimum einstøku kommununum.
Tær kommunur, sum siga nei, skulu eisini sleppa frá at leggja saman.
Men tær verða kortini tvingaðar í eitt samstarv við hinar kommunurnar í økjunum. Tað er enntá ætlanin at staðfesta hetta samstarvið við lóg og har verður eisini ásett við lóg, at kommunurnar skulu rinda eftir fólkatalinum.
Býráðslimir í Vági halda, at hetta er sum at tvinga fólk saman í hjúnaband.
Teir sakna eisini eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini skulu skipast, fáa kommunurnar fleiri málsøki at umsita.
Onki avgjørt
Annika Olsen sigur í heilt stuttari viðmerking, at tað, sum er sent kommununum, er ikki nakað endaligt, tí enn eru tey í eini tilgongd.
Enn er onki endaliga avgjørt, tí nú bíðar hon eftir, at tey bæði kommunufeløgini siga sína hugsan um málið og so verður arbeitt haðani frá.
- Tað, sum vit nú samskifta við tey bæði kommunufeløgini um, er, hvussu vit kunnu tryggja eina fólksliga tilgongd.
Ein spurningur í hesum sambandi er um talan skal vera um fólkaatkvøður og, hvussu tær skulu skipast.
Men hon væntar, at verður fólkaatkvøða, verða kommunurnar fleiri enn tær níggju í tali, sum ætlanin er.
Hinvegin er heldur onki endaliga avgjørt um, hvussu samstarv ímillum kommunurnar skal skipast, men hon leggur afturat, at nógv bendir á, at ein kommununa sum Vág, ikki hevur orku til at átaka sær nakrar serligar uppgávur, verða ymisk øki flutt undir kommunurnar at umsitast.