Vígdis nærkast finaluni

Vígdis Hentze Olsen nærkast finaluni í Kan Du Danse. Við einans tveimum umførum eftir áðrenn finaluna gerst kappingin alsamt harðari. Men í eisini í miðlunum gerst áhugin størri.

Sjónvarp

Føroyska Vígdis megnaði aftur í gjárkvøldið at dansa so sannførandi, at hon fór beinleiðis í næsta umfar av Kan Du Danse? Við einans trimum umførum eftir, nærkast føroyska dansikvinnan finaluni og teimum kr. 250.000, eini dansiferð til USA og heitinum besti dansari í Danmark 2006.
Vígdis fekk hip hopparan Suad sum partnara, og skuldu tey dansa hip hop, lagt til rættis av heimskenda koreografinum Sho-tyme, ið áður hevur arbeitt saman við hópin av heimsstjørnum eitt nú P. Diddy .
Hetta var fyrstu ferð, at Vígdis royndi seg sum hip hoppara, men sambært dómsnevndini gekk hetta avbera væl. Vígdis og Suad fingu m.a. rós fyri at duga væl at dansa saman, og hetta kann vera trupult, tá ein er nýggjur innan dansistílin og hin er royndur.
Í teimum fýra beinleiðis sendingunum hevur Vígdis dansað seg beinleiðis víðari í trimum. Tað var bert tá hon dansaði pop í næst seinastu viku, at hon noyddist at kappast í solodansi, fyri at vinna sær áskoðara atkvøður, men hetta kláraði hon sera væl.
Nú eru so fá pør eftir, at hesaferð vóru tað bert tvey pør, ið ikki komu beinleiðis víðari. Alex og Camilla dansaðu ikki sín hip hop dans nóg sannførandi, og her var tað serliga hip hopparin Alex, ið skuffaði domsnevndina. Heldur ikki Emile og Steffen F komu beinleiðis víðari við síni diskoframførslu. Steffen F var ikki heilt nóg sannførandi. Hetta var triðju ferð, at Steffen F og Emilie dansaðu saman, og dómsnevndin heitti á Steffen um ikki at taka navnið hjá Emilie úr pottinum næstu ferð, tí tey reint fysiskt ikki passa serliga væl saman.
Eftir solodansin bar til hjá áskoðarunum at atkvøða, og her vóru tað Alex og Camilla, ið gjørdust ov stutt og máttu heim úr kappingini.
Í sendingini var ðeisini tosað við dansararnar um vaksandi miðlaáhugan fyri teimum. Eitt nú vóru vit tikin við í sendihølið hjá The Voice, meðan Vígdis og nú heimsendi Steffen K. vóru á vitjan. Eisini varð tosað um nógvu blaðgreinarnar og dansararnir viðgingu, at tey ofta vórðu kend aftur á gøtuni.
Nú eru bert 8 dansarar eftir í kappingini. Kvinnurnar: Vígdis, Emilie, Sarah og Charlotte og menninir Patrick, Suad, Damien og Steffen F. Allir dansarar, ið nú eru við í kappingini tykjast sera sterkir, og hetta krevst eisini, tí frá komandi sending skal hvørt parið dansa tvey sløg av dansi. Næsta sending verður hóskvøldið 16. november kl. 20.00 føroyska tíð.