Vígdis Sigmundsdóttir í Gallarí Ribarhús

TÍÐINDASKRIV

Í dag letur Vigdis Sigmundsdóttir, listakvinna, upp eina framsýning við klippum 
Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.
 
Framsýningin byrjar í dag kl. 14 og heldur áfram til hósdagin 24. mai.
 
Við á framsýningini eru 11 klippmyndir úr ymiskum støðum í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð at hon synir fram í Gallarí Ribarhús.
 
Vigdis hevur í eini 30 ár fingist við pappírscollagir og hevur havt nógvar framýningar, bæði her heima og í Danmark, Noreg og Íslandi.
 
Í mars mánað gav Postverk Føroya út lívsverkið hjá Vigdis, Ormin
Langa, sum er ein røð við 10 klippum, út á frimerkjum. Hesar myndir hava longu ferðast víða og fara aftur í juni á ferð til Danmarkar.
 
Hesaferð er tað Rotary, sum luttekur á eini  Kongress, við Víningum sum tema. Og tað er í hesum sambandi at Postverk Føroya, sum eigur myndarøðina av Orminum Langa, hevur eina framsýning í Bella Centrinum í Keypmannahavn.
 
Framsýningin í Gallarí Ribarhús er opin soleiðis:
 
Mánadag til fríggjadag,  kl 14 - 17.30
Leygardag, kl 11- 13
Sunnudag, kl 15 - 18.30