Vágingar hátíðarhalda 25 ára føðingardag

Ì morgin og leygardagin verða ymisk tiltøk í svimjihøllini og í skúlanum, nú Vágs Svimjifelag fyllir 25 ár

Svimjing

Vágs Svimjifelag fyllir 25 ár í ár.
Í tí samband, verða ymisk tiltøk í svimjihøllina í morgin og leygardagin.
Svimjararnir hjá felagnum fara at royna at svimja so langt sum gjørligt í eitt døgn. Tað skal alla tíðina verða ein svimjari í gongd og svimjarar í øllum aldri verða við. Hvør svimjari svimur so langt sum hann klárar í einar 10 minuttir og hvílir seg síðani til hann eigur tørn aftur. Hendan svimjingin verður skipað sum stuðulssvimjing, har virki, stovnar og privat kunna stuðla við eini ávísari upphædd fyri hvønn Kilometur, sum svomið verður.
Leygarmorgunin klokkan10 verður móttøka í svimjihøllini og skúlaaulini, har Vágs Svimjifelag er vertur og har verður okkurt fyri bæði børn og vaksin. Ein framsýning av gomlum myndum og greinum er eisini á skránni.
Leygarmorgun ímillum kl. 8 og 12 er ætlanin at gamlir svimjarar í felagnum eisini skulu taka lut í 24-tíma svimjingini, eini 5 - 10 min. í part og felagið kundi tí hugsa sær at sæð so nógvar gamlar svimjarar sum gjørligt um at koma í høllina leygarmorgunin og hava svimjiklæði við.

Komið fyri seg aftur
Tað var Jens Chr. Mortensen sum tók stig til at stovna felagið saman við øðrum tann 9. september í 1980. Vágs skúli hevði fingið svimjihøll árið fyri og tað hildu tey vera eitt gott høvi at stovna svimjifelag. Vágbingar fingu tá landsins bestu venjingarumstøður, við snøggu og sera góðu svimjihøllini við hyli uppá 25 metrar.
Felagið fótaði sær skjótt, og var frá 1982-90 millum tey sterkastu í landinum. Men frá 1991 til 1997 lá tað mestsum í dvala, men kom so fyri seg aftur. Síðani hevur tað gingið upp og niður, men tá Johan Martin Poulsen varð settur sum venjari seinasta heyst, kom rættulig vend í: Fyrstaliðið hevur tikið seg nógv fram, og fingið svimjarar í landsliðs-hópin. Og ímillum tey yngru er eisini veruliga farið at blóma, tí har hevur stór tilgong hevur verið, og venjingin er væl skipað, sigur felagið.