Hondbóltur ? kvinnur
StÍF vann sær eitt allar helst avgerandi fet í botnstríðnum í bestu kvinnudeildini, tá tær sunnudagin vunnu útidystin á Sóljuni.
Talan var um dyst millum uppflytararnar tey bæði seinnu árini, sum alt árið hava stríðst - við Kyndli sum triðja parti ? um at sleppa av niðasta sessinum á stigatalvuni.
Spenningur til tað síðsta
Hendan eigur Sóljan framvegis, og tó at tað leingi gekk javnt á á Giljanesi, so var tað ongan tíð soleiðis, at heimaliði hevði fatur á longra endanum.
Frá dystarbyrjan var tað hinvegin StÍF, sum legði harðiligari fyri. Tær vunnu sær rættuliga skjótt eina hampuliga leiðslu, og so ráddi um at halda fast. Hetta kom sjálvandi ikki av sær sjálvum, tí Sóljan svaraði alla tíðina aftur. Stríddust um hvønn einasta bólt. Hvørja ferð mótstøðan dragnaði, so svaraði heimaliðið aftur, so spenningurin varð í øllum førum hildin nakað langt út í dystin.
Tað var heldur ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at avgerðin í dystinum fall. Tá megnaði StÍF endiliga at toga seg leyst, uttan at Sóljan kom aftur, og soleiðis gjørdist talan at enda um ein lívgevandi sigur.
Sessurin bjargaður
Lívgevandi, tí tær á útiliðnum nú eru púrasta leysar av Sóljuni í botnstríðnum. Trý stig eru á muni, og hetta merkir saman við betra málmuninum, at hóast tað skuldi borið soleiðis á, at Sóljan vinnur dystin móti Kyndli og útsetta dystin móti StÍF úr grundspælinum, so er hetta ikki nóg mikið til at taka strandakvinnur aftur.
Í sjálvum sær var úrslitið eingin katastrofa fyri Sóljuna, men tá Kyndil samstundis vann hampuliga óvæntað á VB, so gjørdist tapið enn svárari. Sóljan er nú klárt niðasta liðið í deildini, og tað skal at kalla eitt undur til, um tilveran skal bjargast. Tær skulu nevnliga í minsta lagi hava trý stig afturat, uttan at Kyndil fær nakað, og við dystarskránni í huga, so verður hetta ein sera trupul uppgáva.
Dysturin í tølum
Sóljan-StÍF 21-25 (11-14)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 7(2), Hertha Simonsen 4, Heidi Maria Akselsen 4, Sólja Jóanesdóttir 3, Marjun Johansen 2, Johanna í Horni 1
StÍF: Alina Olaru 7(1), Poula D. Olsen 6, Ileana Manulescu 5(1), Anna Maria Berthelsen 3, Sunnfríð B. JAcobsen 3(2), Æta Gregersen 1
Brotskøst: Sóljan 3, StÍF 5
Útvísingar: Sóljan 3, StÍF 1
Dómarar úr KÍF: Vagnur Johannesen & Jákup Dam.