Fótbóltur
Tað ljóðar sum hart stríð frá farnari øld, tá Víkingarnir úr Gøtu og Leirvík nú skulu til Margáir at dystast.
Og tað kann væl vísa seg, at talan verður um harðan dyst. EB/Streymur hevur tvær ferðir á rað spælt javnleik á útivølli, og skulu teir hanga í oddinum, er neyðugt við trimum stigum, nú teir eru á heimavølli.
Og eisini Víkingur ætlar sær fleiri stig. Seks stig í fýra dystum halda felagnum miðskeiðis á talvuni, og ætlanin er í øllum førum at sleppa longur upp.
- Vit vunnu móti føroyameistarunum seinast, so vit halda, at vit hava møguleika móti øllum. Og megna vit at halda fast um innsatsin, sum vit sýndu seinast, so dugi eg ikki at síggja, hví vit einki skulu fáa burturúr, sigur Andreas Lava Olsen úr Víkingi.
Við undantakið av Áslaki R. Petersen, sum hevur verið skaddur eina tíð, eru allir spælararnir hjá Víkingi tøkir.
Ivamál í verjuni
Tað eru teir ikki hjá EB/Streymi. Serliga er tað miðverjan, sum tykist hava trupulleikar. Egil á Bø er aftur hesaferð, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær, men bæði Marni Djurhuus og Fróði Clementsen, sum røktu miðverjusessirnar móti B36, eru ivasamir. Og tað kann viðføra eina heilt nýggja verjusamanseting.
Og tað telur heldur ikki rætta vegin, at Mikkjal Thomassen eftir øllum at døma má geva avboð. Miðvallarin hevur í eina tíð havt trupulleikar við hælsinuni, og móti B36 noyddist hann av vøllinum, tá tað ikki var hugsingur um at renna meira.