Pílurin hevur leingi peikað skeiva vegin hjá HB. Seks dystir á rað uttan sigur er ikki hvønn dags kostur í sigursvanda felagnum, men soleiðis er tað undan ferðini norður til Gøtu, har HB 8. mai og eftir brotssparkskapping varð varpað úr steypakappingini.
Fleirfaldi metmaðurin í føroyskum fótbólti, Fróði Benjaminsen, er aftur millum teir fyrstu ellivu á HB liðnum, eftir at hann hevur verið uttanlands í útbúgvingarørindum:
-Um vit skulu hava nakran møguleika, so mugu vit avmarka talið av mistøkum, sum vit gjørdu so nógv av sunnudagin ímóti NSÍ. Hjá okkum er tað langt upp á toppin, men um vit vinna ímóti Víkingi og koma í góðan stima, so er tað ikki heilt ómøguligt, sigur Fróði Benjaminsen.
Arnbjørn Hansen, Pál Mohr Joensen og Ári Mohr Jónsson eru skaddir. Tað er ivasamt, um Teit Jacobsen verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av heilaskjálvta.
Meðan HB síðani sunnudagin hevur havt fokus á fyrireikingunum til avbjóðingina í Sarpugerði í dag, so vóru teir í Víkingi í sera tættari hálvfinalu í steypakappingini á Skála mikukvøldið. Tá vóru tríggir landsliðsspælarar – Atli Gregersen, Bárður J. Hansen og Sølvi Vatnhamar – skaddir. Síðani tá hevur dagsskráin í Víkingi verið at fáa spælararnar at koma fyri seg aftur.
Hjá Víkingi tað seg um at fáa spælararnar at koma fyri seg eftir Skála dystin. Tað er greitt, at Hanus Jacobsen framvegis er so skaðadarvaður av vøddaskaða, at hann ikki verður við ídag. Tað verður roknað við, at Sølvi Vatnhamar fer at spæla ímóti HB. Atli Gregersen hevur trupulleikar við knænum, og Bárður J. Hansen hevur trupulleika við lærkrikanum. Tað verður ikki roknað við, at teir vera førir fyri at spæla ídag.
Tá ið hesi liðini hittust í øðrum umfari í Gundadali, var úrslitið 1-1.