Víkingaskipið Helge Ask komið til Føroya

Um vikuskiftið verður skipað fyri víkingadøgum í Hovi – forna høvuðsstaði føroyinga.

 

Í hesum sambandi er víkingaskipið Helge Ask komið til Føroya. Skipið stendur í løtuni á Bursatanga í Havn, men verður at síggja í Hovi um vikuskiftið.

 

Í Hovi ber til at ferðast túsund á aftur í tíðina og síggja, hvussu fólk búleikaðust tá.

 

Ymiskt forkunnugt er á skránni. Eitt nú koma víkingar úr Íslandi at fremja vápnaleik. Savnið á Mýru hevur opið, har høvi verður at síggja ymisk fornminni. Stórur víkingamarknaður verður á skúlalagnum, og Vølvan, spákonan, verður at hitta.

 

Umframt vitjanina av víkingaskipinum Helge Aske, so verður bál og føroyskur dansur á fiskaplássinum, og Pól Arni Holm, Uni Debes og Janus á Húsagarði fara at spæla tónleik á skúlalagnum.