Víkingur bjóðar av í toppinum

Víkingur hevur í kvøld við 3-1 heimasigri á B36 lagt seg á silvurplássið í Vodafone deildini. Í 1. hálvleiki vóru teir í B36 stinnir, og tá megnaðu teir at halda heimaliðnum frá uppløgdum málmøguleikum.

Heimaliðið varð omaná, sum 2. hálvleikur leið, men leingi var B36 á odda við málinum, sum sentrali miðvallarin Magnus Olsen skoraði longu eftir tíggju minuttir.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki vórðu Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar og Hans Jørgen Djurhuus skiftir inn, og tað bar við sær størri gjøgnumbrotsstyrki.

Høgri vongverji, Sverri Jacobsen, javnaði, og nýggja álopsstjørnan hjá Víkingi, Finnur Justinussen, skoraði tvey mál.

Tróndur Vatnhamar hevði verið sannur brandur í B36 málinum, men hann noyðist at taka sín part av ábyrgdini fyri tvey tey síðstu málini.

Hóskvøldið verður aftur dystur í Sarpigerði, tá ið Víkingur í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini fer at fáa vitjan av ÍF. Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 1-0 í Fuglafirði.

Hóskvøldið verður hin hálvfinalan spæld í Streymnesi, har EB/Streymur fær vitjan av AB. Dysturin á Argjum endaði 1-1.

 

Víkingur-B36 3-1 (0-1)

0-1: Magnus Olsen 10.

1-1: Sverri Jacobsen 75.

2-1: Finnur Justinussen 80.

3-1: Finnur Justinussen 90.

Dómari: Dagfinn Olsen

 

Støðan eftir 9 umfør:

HB 22

Víkingur 17

NSÍ 17

B68 14

EB/Streymur 13

B36 11

AB 11

ÍF 8

07 Vestur 6

KÍ 4

 

10. umfar

Mánadagin 1. juni

2. hvítusunnudag

ÍF-Víkingur

B68-HB

AB-B36

KÍ-NSÍ

07 Vestur-EB/Streymur