Víkingur kann taka tindin

TB er við stórum sjálvsáliti á veg norður í Sarpugerði

Seinnapartin verður punktum sett fyri Betri deildina hesumegin summarsteðgin, tá ið Víkingur fær vitjan av TB.

Í gjárkvøldið vann HB stórsigur, 5-0, á heimavølli ímóti AB, og Skála vann 1-0 ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hetta var fyrsti Skála sigurin síðani 28. apríl, tá ið Skála vann 2-0 í Gundadali ímóti HB.

Víkingur fer við sigri seinnapartin at taka toppin. Har hevur Víkingur ikki verið síðani eftir fyrsta umfar, tá ið Víkingur vann 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Eftir fjórða umfar var Víkingur á sjeynda plássið. Síðani hava pílarnir peikað rætta vegin, og nú er møguleiki at taka toppin

NSÍ og KÍ eru frammanfyri Víking – við betri málmuni – men orsaka av Europa luttøkuni eru KÍ – B36 og ÍF – NSÍ útsettir til eftir summarfrítíðina.

Hjá Víkingi eru tveir veteranar ikki tøkir. Sølvi Vatnhamar hevur brotið armin, og Andreas Lava Olsen er darvaður av vøddaskaða.

Nýggjur í Víkingaleguni er Bogi Reinert Petersen, sum í fjør spældi við barndómsfelagnum ÍF, men sum ikki hevur spælt í ár.

TB er á veg til Gøtu við stórum sjálvsálit eftir fína jóansøkuavrikið, sum endaði við søtum 1-0 sigri ímóti KÍ. Sigurin bar við sær, at TB nú er tíggju stig frá níggjunda plássi og tíggju stig frá tíggjunda plássi.

Á jóansøku varð sagt, at málskjúttin ta ferðina, miðverjin Teitur Olsen, í dag fer at spæla fyri síðstu ferð í hesum umfari fyri TB. Hann fer av landinum í útbúgvingarørindum.

Poul Ingason gongur framvegis við brotnum armi.

Víkingur – TB: Alex Troleis í dag klokkan 15.00.