Tað gongur sum eftir ánni hjá Víkingi. Teir í Eystur kommunu hava við fullari úrtøku í dag lagt seg uppaftur tryggari á toppin í Effodeildini.
Víkingur hevur 16 stig, og harvið er fjarstøðan aftur til HB á næstfremsta plássinum fýra stig. HB hevur tólv stig, og B36 og ÍF hava 10 stig. EB/Streymur og B68 hava 9 stig, KÍ hevur 6 stig, TB hevur 5 stig, og á niðurflytingarplássunum eru NSÍ við 4 stigum og FC Suðuroy við 1 stigi. FC Suðuroy er einasta liðið, sum eftir seks umfør ikki hevur megnað at vinna ein dyst.
Í góðveðrinum seint seinnapartin hevur Víkingur í Fløtugerði í Fuglafirði, har fyribils heimavøllurin er, vunnið 4-0 á FC Suðuroy. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og í 1. hálvleiki gekk tað hampuliga javnt á.
Eftir steðgin loysnaði hjá heimaliðnum, sum skoraði fýra ferðir og harvið vann stórsigur.
Fótbóltslagið er gott á Tvøroyri, har TB fyri fyrstu ferð hevur átt heimavøll á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági. ÍF hevur vitjað, og TB vann 1-0. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at TB vann, og talan var sjálvandi um søguligan sigur. Dimitrije Jankovic var málskjútti longu í 4. minutti.
Í Streymnesi misnýtti EB/Streyma veteranurin Egil á Bø brotsspark fram ímóti dystarenda. Hann sendi bóltin í stólpan, og harvið gjørdist úrslitið ímóti HB 2-2. Gestirnir vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.
Í Gundadali var talan um higartil mest óvæntaða úrslitið, tá ið B68 við 2-1 sigri í Gundadali ímóti meistarunum í B36 vunnu 2-1. Sigursmálið skoraði Christian Høgni Jacobsen í evstu løtu eftir fínt einmansavrik.
6. umfar
Leygardagin
KÍ-NSÍ 3-2 (1-2)
0-1: Jann Martin Mortensen 10.
1-1: Philip Djordjevic 17.
1-2: Klæmint A. Olsen 28.
2-2: Páll A. Klettskarð 71.
3-2: Páll A. Klettskarð 82.
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen (Páll A. Klettskarð, 56.), Ivan Joensen (Heðin Klakstein, 59.), Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Philip Djordjevic, Bárður J. Heinesen (Johan Jacobsen, 53.)
Gult kort: Jógvan Isaksen, Philip Djordjevic, Andras Gango
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Ari Ó. Ellingsgaard (Andras Frederiksberg, 82.), Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen (Magnus H. Olsen, 71.), Jens Joensen (Debes Danielsen, 77.)
Gult kort: Klæmint A. Olsen, Andras Frederiksberg, Jann Martin Mortensen
TB-ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Dimitrije Jankovic 6.
Dómari: Petur Reinert
TB: Ivan Stojkovic - Tórur Mortensen (Gunleif Olsen, 65.), Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen, Martin Tausen - Dan Mortensen (Igor Grkajac, 68.), Bárður A. Dimon, Rógvi Joensen, Gilli Sørensen (Benjamins Petersen, 60.), Poul Ingason - Bojan Timic
Gult kort: Ivan Stojkovic, Bojan Timic
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen (Aleksandar Jovevic, 73.), Høgni Madsen, Jákup Johansen (Áki Petersen, 82.), Nenad Saric (Clayton Soares, 60.) - Simon Skibsted
Gult kort: Jákup Johansen, Dánjal á Lakjuni, Simon Skibsted
EB/Streymur-HB 2-2 (1-2)
0-1: Símun Samuelsen 15.
1-1: Hans Pauli Samuelsen 16.
1-2: Andrew av Fløtum 21.
2-2: Levi Hanssen 60.
Dómari: Lars Múller
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egll á Bø, Jónhard Frederiksberg - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 78.), Arnar Dam (Arnbjørn Hansen, 48.), Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen
HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen (Jákup Slættalíð, 90.), Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Jógvan Andrias Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 81.), Andrew av Fløtum (Hendrik Rubeksen, 90.)
Gult kort: Teitur M. Gestsson
B36-B68 1-2 (0-1)
0-1: sjálvmál 26.
1-1: Róaldur Jacobsen 70.
1-2: Christian Høgni Jacobsen 90.+3.
Dómari Dagfinn Forná
B36: Meinhardt Joensen (Jákup Højgaard, 64.) - Høgni Eysturoy (Símun Joensen, 59.), Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Bárður Olsen - Heini í Skorini (Símun Hansen, 71.), Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Heini í Skorini
B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaaard, Ndende, Einar Tróndargjógv - Bjarki Johannesen (Dánjal Pauli Højgaard, 75.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Oddur Á. Højgaard, 90.), Kristian Anton Andreassen (Jónleif Højgaard, 68.) - André Olsen, Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jónleif Højgaard, André Olsen, Jóhan Dávur Højgaard, Hans Jørgensen
Víkingur-FC Suðuroy 4-0 (0-0)
1-0: sjálvmál 62.
2-0: sjálvmál 64.
3-0: Joseph Bassene 79.
4-0: Hjartvard Hansen 82.
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Dánjal Pauli Lervig, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen, Evrard Blé (Ingi Sørensen, 78.), Niclas Niclasen, Fritleif í Lambanum (Petur G. Dalbø, 80.), Sølvi Vatnhamar - Lasse Qvist (Joseph Bassene, 50.)
Gult kort: Atli Gregersen
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg (Heri E. Kjærbo, 90.), Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen (Jón Áki Jacobsen, 72.), Poul N. Poulsen, David Asare, Ingi Poulsen (Brandur Suðuroy, 68.), Jón Krosslá Poulsen - John Tordar Poulsen
Gult kort: John Tordar Poulsen, Heini Vatnsdal
Støðan eftir 6 umfør
Víkingur 16 stig
HB 12 stig
B36 og ÍF 10 stig
EB/Streymur og B68 9 stig
KÍ 6 stig
TB 5 stig
NSÍ 4 stig
FC Suðuroy 1 stig
7. umfar
Fríggjadagin 4. mai, Dýra biðjudag
NSÍ-Víkingur
Leygardagin 5. mai
ÍF-EB/Streymur
HB-B36
B68-KÍ
FC Suðuroy-TB
---
Liðugt!
90 min
4-0
82 min.
4-0: Hjartvard Hansen 81.
Víkingur hevur kós ímóti stórsigri ímóti FC Suðuroy, sum í 1. hálvleiki stríddist so væl og var so væl skipað. Nú heftir einki fyri væl uppløgdu víkingunum. Fjórða málið stútaði Hjartvard Hansen, eftir at vongverjin í høgru Bárður Hansen legði innfyri.
80 min.
3-0: Joseph Bassene 78.
Beinanvegin eftir steðgin varð Joseph Bassene settur á vøllin í staðin fyri Lasse Qvist. Nú hevur Bassene økt um leiðsluna, so hon er 3-0. Uppleggið átti Sølvi Vatnhamar, sum sneiddi seg leysan í høgru og legði innfyri til senegalesan, ið takkaði fyri.
70 min.
2-0
Víkingur hevur misnýtt brotsspark. Hjartvard Hansen varð feldur í gjøgnumbroti í høgru, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen avgreiddi úr ellivu metrum, men hann sendi bóltin við síðuna av málinum aftanfyri Stanislav Kuzma!
65 min.
2-0:
Toppliðið í Effodeildini Víkingur hevur eftir lítlari løtu skorað tvey mál í Fuglafirði, har víkingarnir hava heimavøll ímóti FC Suðuroy.
Í fyrra førinum var tað Hanus Jacobsen, sum royndi seg við frísparki. Bólturin rakti í ein av teimum í manngarðinum og snýtti harvið Stanislav Kuzma í FC Suðuroy málinum.
Í seinna førinum breyt Hjartvard Hansen ígjøgnum í høgru, Sølvi Vatnhamar og ein av verjuspælarunum stríddust um bóltin, sum trillaði inn um málstrikuna.
2-0 til Víking, sum er á veg ímóti sigri og harvið styrktum oddasessi!
55 min.
0-0
Hálvleikur
45 min.
0-0
30 min.
0-0
Víkingur hevur framvegis bóltin størsta partin av tíðini, men tað hevur gingið illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. FC Suðuroy hevur verið vandamikið í skjótum mótálopum.
25 min.
0-0
Heimaliðið hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, men higartil hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at skora mál. FC Suðuroy hevur onkra ferðina verið vandamikið í skjótum snarálopum.
Víkingur-FC Suðuroy kl. 16.00
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Dánjal Pauli Lervig, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen, Evrard Blé, Niclas Niclasen, Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar - Lasse Qvist
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, David Asare, Ingi Poulsen, Jón Krosslá Poulsen - John Tordar Poulsen
---
Liðugt!
1-0
85 min.
1-0
Gongdin er tann sama, og støðan er tann sama. Bartal Eliasen er settur fram í ÍF álopið.
75 min.
1-0
Fuglfirðingar royna at spenna álopsbogan. Clayton Soares er settur inn í ÍF álopið, har hann nú er saman við Simon Skibsted. Av vøllinum er Nenad Saric farin.
60 min.
1-0
ÍF hevur lagt støðugt trýst á TB málið, men higartil hevur tað eydnast heimaliðnum at halda tørn.
Hálvleikur
45 min.
1-0
Tað hevur verið undirhaldandi á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági, og talan hevur verið um spentar støður í báðum endum.
Einasta málið er tað, sum miðverjin Dimitrije Jankovic skoraði fyri TB í 4. minutti.
TB legði fyri sum eitt ódnarveður, men sum hálvleikurin er liðin, hevur ÍF fótað sær rættuliga væl. ÍF hevur verið tætt við, og stutt undan steðginum endaði bólturin í TB málinum eftir hornasparkinnlegg, men dómarin kolldømdi fyri fríspark. TB hevur verið vandamikið í sera skjótum mótálopum.
35 min.
1-0
Fuglfirðingar hava framvegis betri tak á spælinum, og tað eru fleiri spentar støður í TB brotsteiginum, enn tað eru í hinum endanum. TB lúrir, og fyri lítlari løtu síðani var Rógvi Joensen tætt við, uttan at tað eydnaðist.
30 min.
1-0
ÍF hevur lagt trýst á, og fuglfirðingar hava spælt seg til møguleikar, men støðan er framvegis 1-0 til TB.
25 min.
1-0
Tað gongur skjótt, og vandamiklar støður hava verið í báðum endum, men Jákup Mikkelsen í ÍF málinum og Ivan Stojkovic í TB málinum hava staðið seg væl.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er landskappingardystur í fremstu deildini á skránni á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági. TB hevur vitjan av ÍF, og heimaliðið hevur beinanvegin lagt seg á odda. Fyrsti málskjútti á nýggja vøllinum var miðverjin Dimitrije Jankovic, sum setti bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram.
TB-ÍF kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
TB: Ivan Stojkovic - Tórur Mortensen, Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen, Martin Tausen - Dan Mortensen, Bárður A. Dimon, Rógvi Joensen, Gilli Sørensen, Poul Ingason - Bojan Timic
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Høgni Madsen, Jákup Johansen, Nenad Saric - Simon Skibsted
--
Liðugt!
2-2
90 min.
2-2
EB/Streymur hevur havt gyltan møguleika at skora sigursmálið, men Egil á Bø misnýtti brotssparkið. Hann sendi bóltin í stólpan. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin eftir at HB málverjin óregluliga hevði steðgað Sorin Anghel!
80 min.
2-2
75 min.
2-2
Tað leikar javnt á, og spentar støður eru í báðum endum. Bólturin hevur verið á tvørtrænum aftanfyri bæði René Tórgarð í EB/Streyma málinum og Teit M. Gestsson í HB málinum!
60 min.
2-2: Levi Hanssen 59.
Arnbjørn Hansen er komin inn í EB/Streyma álopið, og tað hevur eydnast heimaliðnum at javna til 2-2. Málskjútti eftir flatt innlegg var Levi Hanssen, sum í 1. hálvleiki var einsamallur í fremstu røð hjá heimaliðnum, men sum nú hevur fingið stuðul frá Arnbirni Hansen.
Hálvleikur
45 min.
1-2
HB hevur havt greiða yvirvág og upplagdar málmøguleikar, men støðan er framvegis 2-1 til HB.
25 min.
1-2
1-2: Andrew av Fløtum
Tað er rættuliga lívligt við Margáir, har gestirnir í HB hava hug til rættuliga at gera um seg. Í dag er Andrew av Fløtum við frá fyrsta bríksli, og tað var veteranurin, sum legði HB framum aftur.
20 min.
1-1: Hans Pauli Samuelsen 17.
Beinanvegin eftir HB spælið svaraði heimaliðið aftur. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraði Hans Pauli Samuelsen.
15 min.
0-1: Símun Samuelsen 15.
Tað hevur gingið javnt á, og nú hevur HB lagt seg á odda. Uppspælið var í høgru, og eftir flatt innlegg var tað Símun Samuelsen aftanfyri handara stólpan, sum setti bóltin í málið.
EB/Streymur-HB kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egll á Bø, Jónhard Frederiksberg - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen
HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen, Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Jógvan Andrias Nolsøe, Andrew av Fløtum
---
Liðugt!
1-2
90 min.
1-2: Christian Høgni Jacobsen 90.
Tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at toftamenn eru á veg úr Gundadali við fullari úrtøku. Eftir stórt kiks í B36 miðverjuni tók Christian Høgni Jacobsen av, streyk frá verjuni, sneiddi málverjan av og trillaði bóltin framvið Jákupi Højgaard í B36 málinum! Øgiligur fagnaður í vestara skýlinum og deyðatøgn í B36 skýlinum!
80 min.
1-1
75 min.
1-1
Tað er rættuliga intenst í Gundadali, og tað eru spentar støður í báðum endum!
70 min.
1-1: Róaldur Jacobsen 70.
Tað hevur gingið javnt á, og nú hevur B36 javnað. Málskjútti var miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt í málið aftanfyri Hans Jørgensen. Hetta var fyrsta ferðin í dag, at B36 rakti innanfyri málkarmin!
60 min.
0-1
B36 málverjin Meinhardt Joensen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Jákup Højgaard.
55 min.
0-1
B68 hevur átt størsta møguleikan eftir steðgin, men Christian Høgni Jacobsen sendi bóltin í stólpan.
B36 málverjin Meinhardt Joensen tykist vera skaðaplágður, og 17 ára gamli Jákup Højgaard hevur riggað til at koma á vøllin, men enn er hann ikki komin inn.
Hálvleikur
45 min.
0-1
Meistararnir í B36 hava sera ilt við at mynda spælið, sum tað kundi roknast við, at heimaliðið fór at megna ímóti B68.
30 min.
0-1: Ndende 26.
Toftamenn eru ikki komnir í Gundadal fyri at leggja seg niður. Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur Ndende við høvdinum lagt B68 á odda eftir at André Olsen hevði sent innfyri úr Høgru!
B36-B68 kl. 15.00
Dómari Dagfinn Forná
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Bárður Olsen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaaard, Ndende, Einar Tróndargjógv - Bjarki Johannesen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Kristian Anton Andreassen - André Olsen, Christian Høgni Jacobsen
---
Hálvleikur
45 min.
0-0
30 min.
0-0
Víkingur hevur framvegis bóltin størsta partin av tíðini, men tað hevur gingið illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. FC Suðuroy hevur verið vandamikið í skjótum mótálopum.
25 min.
0-0
Heimaliðið hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, men higartil hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at skora mál. FC Suðuroy hevur onkra ferðina verið vandamikið í skjótum snarálopum.
Víkingur-FC Suðuroy kl. 16.00
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Dánjal Pauli Lervig, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen, Evrard Blé, Niclas Niclasen, Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar - Lasse Qvist
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, David Asare, Ingi Poulsen, Jón Krosslá Poulsen - John Tordar Poulsen